Vinna

Øll føroyska lodnukvotan er fiskað

Føroysku skipini, sum hava fiskað lodnu við ísland, hava fiskað alla tað føroysku kvotuna.

2022-03-25 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgaberg og Tróndur í Gøtu hava landað á Eysturlandinum, teir eru á veg til Føroyar, og verða á Fuglafirði í dag, har teir skulu koyra lodnunótina í land og rigga til svartkjaftafiskiskap.

Gøtunes landar í morgun til Lodnuvinnsluna á Fáskrúðsfirði og Norðborg, sum eisini hevur fiskað lodnu, er á Skála, har hon verður pussað upp.

Svartkjaftafiskiskapurin plagar at taka seg upp, í føroyskum sjógvi, um hesa tíðina, so øll tey føroysku skipini fara nú á svartkjaftaveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder