Mentan

Opið Atelier - framsýning á Strondum

Leygardagin og sunnudagin 11. og 12 . november eru fólk vælkomin at vitja í Atelierinum hjá Finleif Mortensen Undir Torvbrekku 12 b á Strondum.

2023-11-11 08:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Opið atelier er ikki ókent aðra staðni har listafólk lata dyrnar upp til eina ørvísi framsýning í Atelierinum har har listin verður til.

Umframt nakrar nýggjar málningar er møguligt at síggja nakrar eldri málningar, sum eisini vera til sølu. Eisini skitsur og annað kunnu síggjast.

Opið er báar dagarnar frá 13.00 til 17.00 har eisini okkurt gott til góman er at fáa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder