Ítróttur

Ovurstórur áhugi at sleppa beinleiðis til Berlin

Fleiri flogferðir verða settar til sølu

2023-05-30 15:27 Author image
-
placeholder

Hatta gekk skjótt! Tað kann ikki sigast annað enn, at tað er gravgangur eftir at sleppa til Berlin at stuðla føroyska hondbóltslandsliðnum til EM-endaspælið í januar 2024.

Upprunaliga var ætlanin at flúgva tríggjar ferðir beinleiðis til Berlin, men Atlantic Airways gjørdi av at tvífalda talið av fráferðum orsakað av stóra áhuganum. Tíðliga seinnapartin í dag vórðu flogferðirnar beinleiðis til og úr týska høvuðsstaðnum so settar til sølu; t.e. uml. 2000 setur aftur og fram, og øll plássini vórðu seld eftir lítlari løtu.

Tí er gjørt av at seta upp aftur fleiri flogferðir til sølu.

Flogferðirnar verða soleiðis:

Ein flogferð til Berlin verður sett inn 9. januar, ein 10. januar og ein leygarmorgunin 13. januar. Heimferðir verða 14. januar og 17. januar. 

Dystirnir hjá føroyska hondbóltslandsliðnum verða spældir 11., 13. og 15. januar 2024. Sostatt ber til at seta ferðina saman soleiðis, at tað ber til at fáa allar dystirnar við, men eisini soleiðis, at tú fært tveir av teimum trimum dystunum við.

Sølan byrjar í morgin, mikudagin 31. mai kl. 10.00.

Flogtíðirnar verða hesar:

Føroyar – Berlin:
09. januar 2024 kl. 16.25
10. januar 2024 kl. 17.00
13. januar 2024 kl. 09.00

Berlin – Føroyar:
14. januar 2024 kl. 14.00
17. januar 2024 kl. 11.25
17. januar 2024 kl. 19.15

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder