Lýsing

P/F Vestpack søkir eftir framleiðslufólki

-

2022-07-04 18:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

[object Object]

Til ekstruderingsdeildina, ið framleiðir plastfoliu til pakkitilfar, leita vit eftir einum nýggjum starvsfelaga. Tú verður partur av einum toymi við tilsamans 25 fólkum, sum hava ymiskar uppgávur, við tí felags endamáli at framleiða dygd í tøkum tíma.

Vit vænta at tú

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og at tú samstundis hevur góð samstarvsevni.
  • Hevur jaligan hugburð og trívist í einum toymi.
  • Partar av árinum kanst arbeiða í vaktum.
  • Hevur teldukunnleika á brúkarastigi.
  • Dugir at tillaga teg broytiligum umstøðum.

Fyrimunur er, um tú

  • Hevur arbeiðsroyndir á framleiðsluvirki.
  • Hevur tekniskar førleikar.
  • Hevur kunnleika til plasttilfar og plastframleiðslu.

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Meiri kunning um starvið fæst við at senda ein teldupost á [email protected] ella við at venda sær til Jákup Oluf í Skálum á telefon 236120.

Umsókn

Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan mánadagin 25. juli, og skulu sendast til [email protected]


Um Vestpack

P/F Vestpack varð stovnað á heysti 1994. Høvuðsvirkisøkið hjá Vestpack er plastframleiðsla og etikett framleiðsla. Seinnu árini hevur Vestpack eisini verið heildarveitari av pakkitilfari og tí sum fylgir í kjalarvørrinum av tí. Styrkin hjá Vestpack er millum annað fleksibilitetur, eitt nú av tí at vit hava framleiðsluna í húsinum og kunnu tillaga framleiðsluna eftir føroyska marknaðinum, eitt nú hvat víðvíkur nøgdum, har vit hava eitt lægri minstamark fyri serframleiðslu enn okkara kappingarneytar uttanlands. Vestpack er ISO 9001 góðkent – eisini framleiðslan.

Vestpack varð valt til ársins virki í 2013.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder