Vinna

Politiskur ódugnaskapur steðgar menning hjá sjóvinnuni!

Kundi hugsa mær at vita, um tað eingi mørk eru fyri, hvat ein almennur stovnur kann skuldseta privatan persón og virkið fyri??

Mynd: Hentze Poulsen.

Mynd: Hentze Poulsen.

2022-03-24 10:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Politiskur ódugnaskapur steðgar menning hjá sjóvinnuni!

Kundi hugsa mær at vita, um tað eingi mørk eru fyri, hvat ein almennur stovnur kann skuldseta privatan persón og virkið fyri??
Eg havið í 25 ár selt tól til m.a. at tekna botn upp við, ella gera so nevnd fiskikort við. Av hesum eru 23 ár, har sjókortøkið hevur veri danskt, og vit í Føroyum hava hava haft sama frælsi sum øll onnur siviliserað lond.
Men í 2 ár, har tað hevur verði undir uppstarti sum “føroyskt” er alt farið totalt yvir gevind, og tað eru eingi mørk fyri, hvat hesin stovnur skuldsetur fólk fyri og hvat nú skal blíva ólógligt.
Men hesin, sonevndi føroyski sjókort myndugleikin, hevur heilt misskilt uppgávuna.
Í staðin fyri at gera nýggj og betur kort og kanska samstarva við vinnuna, so halda tey seg vera ein hernaðarligan myndugleika, sum í besta kommunistastíli forfylgja fólkið og ætla at ognartaka privat data!

Sirið Stenberg segði at hendan yvirtøkan kom at MENNA Føroyar! LES HER https://bit.ly/360YcD0

Sirið skrivar m.a..:
“Við yvirtøkuni taka vit ábyrgd. Tað er hetta, politikkur snýr seg um. At taka ábyrgd av landi og fólki. Og hendan ábyrgd fer at menna okkum sum samfelag. Frameftir vera tað vit, sum skulu taka støðu í øllum hesum málsøkjum. Nú er ábyrgdin og støðutakanin okkara. Nú kunnu vit ikki renna undan og vísa til, at hetta hava vit onga meining um, tí at hetta er danskt málsøki. Júst hetta kemur at búgva okkum sum tjóð. Við ábyrgdini búgvast vit, og vitið hvessist.”

Eg eru púra samdur við greinini hjá Sirið Stenberg, men veruleikin í 2022 er ikki minni enn ein sorgarleikur eftir hesa yvirtøku.

Í dag lata Tjóðveldisfólk sum onki, tá man fortelur um skili á hesi sjókortdeild, har tey stóðu fyri yvirtøkuni, men má siga at tað heldur ikki letur til at tað eru aðrir politikarar sum gera nakað sum helst við hetta óskil.

Havið sjálvur arbeitt við elektroniskum sjókortum o.a. til skip í 25ár, og havið veri stoltur at teimum serligu tænastum vit á Vikmar hava megna at ment til føroysku sjóvinnuna.
Men nú eri eg og fyritøka mín, skuldsett fyri at vera til verjupolitiskan vanda í danska kongaríkinum, tí eg havið leita eftir Tjaldrinum, skrásett botnin samstundis, og havi valt at deila eina mynd av botninum við allar føroyingar.
Hetta sum skuldi verða ein sjálvsagdur rættur hjá øllum føroyingum.
Sjálvandi skulu øll kunna síggja hvussu botnurin sær út, júst sum tað er ein rættur hjá øllum sivilseraðum londum.

Somuleiðis vil US steðga Vikmar eXplorer at tendra ekkóloddi og skráseta botnin, hetta sjálvt um ØLL onnur føroysk sum útlendsk skip hava útgerð til at gera tað sama og hava haft tað seinastu nógvu árini.

US vil at “bannið eisini skal fevna um allar samsetingar ella útbreiðslu av dýbdardátum, sum eru fingnar til vega uttan loyvið, sum til dømis dátur, ið verða lagdar inn í GPS-arar og plottarar!” Hetta má so eisini merkja at allir plottara o.a. verða gjørdir ólógligir!
Hetta hevur als einki sum helst við Vikmar at gera.
Hetta eru tól sum eru framleidd av útlendskum fyritøkum, og verða seldar av føroyskum fyritøkum, IKKI bert Vikmar!

Skal US til at avmontera allar plottarar á skipum og bátum? So má eisini bann setast fyri hesum tólum á útlendskum skipum sum koma í føroyskan sjógv!
Eisini vil US at Vikmar slettar ØLL data á fishin.fo og ikki nokk við tí! US ger eisini krav uppá at fáa ØLL data nýggjari enn 2020!
Púra burtur við, hetta merkir so eisini at ØLL skip og stuttleika bátar mugu sletta síni data!
T.d eru útlendskar heimasíður við milliónum av dýbdardata sum øll kunnu heinta. Hví steðgar US ikki hesum?

Ein av síðunum er síða hjá IHO, sum US fyri stuttum reypaði av at tey vóru blivin limir í? Um US ikki góðtekur sama leist sum flest øll onnur lond, um at deila data, so mugu teir væl saktans eisini melda seg úr IHO!
Og tað nýggjasta í hesum máli sæst niðanfyri, har sakførari hjá US, aftur hevur sent áheitan til Føroya rætt

“Orsøkin til at Umhvørvisstovan tekur júst hetta fyribils rættarstigið sbrt. rættargangslógini kap. 50 er, at tað hevur skund at fáa steðgað ólógligu sjóuppmátingini hjá Vikmar og teimum møguligu avleiðingunum av, at dáturnar verða almannakunngjørdar. At ólógligar sjóuppmátingar verða almannakunngjørdar kann hava trygdar- og verjupolitiskar avleiðingar, og tískil er neyðugt við einum fyribils banni alt fyri eitt.”

Skal hetta verða framtíðar Føroyar!
Heilt erligt, har má verða okkurt heilt galið við hasari deildini á US
Hetta hevur so púrt einki við greinina hjá Sirið at gera? Vistu politikararnir als ikki hvat teir yvirtóku og enn minni, hvat sjókort deildin á US er í gongd við? Er tað veruliga ein sovorðnan stovn almennu Føroyar vilja hava??
Fyri yvirtøkuna stóð púra greitt.:

“) Bestemmelsen har følgende ordlyd: »§ 22. Loven gælder ikke for Færøerne og Grønland. Stk. 2. Lovens §§ 1-2, § 3, stk. 1, §§ 4-7 og §§ 11-19 kan ved kongelig anordning helt eller delvis sættes i kraft for Færøerne og Grønland med de ændringer, som de færøske og grønlandske forhold tilsiger.«”

Men Tjóðveldið valdi heldur at lýsa eina lóg frá 1931 (tá ekkóloddi illa nokk var uppfunnið) og harvið eisini koyra omanfyri nevnda tekst vekk!

Ein stovnur sum sjókortdeildin á umhvørvisdeildini, sum IKKI arbeiðir fyri føroyskum áhugamálum og framburði, eigur av verða avtikin beinanveg, og fari aftur til danska stovnin, tá vóru vit um ikki annað fræls!

Eftir mínari meining, er tað ein fríður rættur at fara út í fjørðin hjá øllum, og sjálvandi skulu vit eisini kunnu brúka nýggjastu tólinini á sama hátt sum øll onnur kring allan heim! 



Jan H. Egholm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder