Mentan

Presthagin var bestur í Kvívík

Leygardagin 18. oktober 2025 var seyðasýning í Kvívík.

2025-10-21 09:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fimm hagapartar luttóku, teir vóru Ognarhagin, Presthagin, Norðihagi, Útihagi og Uppistovuhagin í Leynum.

Sýnarar vóru Jógvan Christiansen, Skála, Petur Mohr, Strendur og Fríði Olsen, Rituvík.

Íalt vóru 55 seyðir sýnaðir. Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar, veturgomlu – og eldri veðrar, nr. 1, 2, og 3 í hvørjum bólki.

Bestu hagar

  1. Presthagin v/Hans Martin Andresen við 19,67 stig í miðal
  2. Ognarhagin v/Henga Davidsen við 18,11 stigum í miðal
  3. Útihagi við Dánjal Petur Müller við 17,67 stigum stigum í miðal

Bestu veðragjólingar

  1. Valter Andreasen, Presthagin
  2. Allan Andreasen, Presthagin
  3. Svend Ingi Krosstein, Presthagin

Besti veturgamli veðrur

  1. Pætur Jógvanson Danielsen, Norðihagi

Bestu eldri veðrar

  1. Øssur Andreasen, Presthagin
  2. Øssur Andreasen, Presthagin
  3. Pætur Jógvanson Danielsen, Norðihagi

Stuðla sýningini høvdu Kvívíkar Kommuna, MBM, Faer Isles og Føroya Bjór.

Fyriskipararnir vilja takka sýnarum, stuðlum og tykkum øllum, sum stukku inn á gólvið í seyðahúsinum 

Fyriskipararnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder