Lýsing

Reingerðarfólk til Miðgarð

Vága kommuna søkir eftir reingerðarfólkum til stovnin Miðgarð, at byrja skjótast gjørligt.

2023-11-13 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um fýra størv á tríggjar tímar hvønn dag. Arbeiðstíðin er vanliga eftir kl. 16.00.

Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur royndir við reingerðararbeiði.
  • Hevur góð samstarvsevnir, og kann arbeiða sjálvstøðugt.
  • Ert røkin og ábyrgdarfull/ur.

Løn og setanartreytir

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvsstaðurin er í Miðgarði, men tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum og starvsstaðnum.

Umsókn og nærri upplýsingar

Søk her á vanganum hjá kommununi á alfred.fo við at senda umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum, ella sum teldupost til [email protected]ella við vanligum posti til:

Vága kommuna

Hammershaimbsvegur 1

360 Sandavágur

Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Rógva Jacobsen, tekniska leiðara, við at ringja á tlf.: +298 794405 ella á teldupost [email protected].

Freistin at søkja starvið

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. november 2023.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder