Lýsing

Reingerðarfólk til Vága kommunu

Vága kommuna søkir eftir reingerðarfólkum til kommununa, at byrja skjótast gjørligt.

2023-08-11 07:50 Author image
-
placeholder

Starvið

Talan er um fulltíðarstørv, við møguleika fyri niðursettari tíð. Størvini umfata at gera reint á stovnum og øðrum almennum bygningum hjá kommununi og møguliga aðrar fyrifallandi uppgávur.

Førleikakrøv

Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur royndir við reingerðararbeiði.
  • Hevur góð samstarvsevnir, og kann arbeiða sjálvstøðugt.
  • Ert røkin og ábyrgdarfull/ur.

Løn og setanartreytir

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Setanarstaðurin er Vága kommuna og tann setti má tola at broytingar koma fyri í starvinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder