Mentan

Rekkjukoyring í Vágum í kvøld

Rekkjukoyringin í Vágum tollaksmessukvøld verður aftur í ár, og byrjað verður klokkan 23 í kvøld.

2023-12-23 16:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Rekkjukoyring í Vágum tollaksmessukvøld verður aftur í ár, og byrjað verður klokkan 23 í kvøld.

Bilarnir savnast við FK-handilin í Miðvági, og síðani verður koyrt runt í oynni.

Seinastu árini hava um 200 bilar verið við í rekkjukoyringini, sum á fyrsta sinni var í Vágum í 1998.

Fólk aðrastaðni frá koma vanliga eisini vestur at luttaka í koyringini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder