Vinna

Revsingin fyri brot á skilhaldsreglur herd

Løgreglan skrivar: Føroya Rættur hevur í tveimum dómum í dag tikið undir við ákæruvaldinum í, at sektarstøðið fyri brot á skilhaldsreglurnar skal vera hægri

2022-08-30 14:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Skilhaldsreglurnar – ordensbekendtgørelsen – vórðu settar í gildi í Føroyum 1. januar 2021. Skilhaldsreglurnar komu í staðin fyri gomlu politiviðtøkurnar og áseta m.a. at tað er revsivert at órógva almenna friðin. Vanligastu brotini á skilhaldsreglurnar fara fram í náttarlívinum, tá nógv full fólk eru savnað.

Tá nýggju reglurnar komu í gildi, varð ikki ítøkilig støða tikin til, hvat sektarstøðið skuldi vera. Av tí, at støða ikki var tikin til hetta, er sektarstøðið fyri brot á gomlu politiviðtøkurnar ført víðari. Tað merkir m.a., at sektin fyri at órógva almenna friðin hevur verið 600kr., og 800kr. fyri illstøður (bardaga) á almennum stað, sum órógvar onnur.

Metingin hjá Føroya Politi hevur verið, at revsingin hevur verið ov lin. Sektarstøðið er ikki hækkað, tað, sum er farið av hesi øldini, og sektarstøðið hevur tí ongan fyribyrgjandi virknað havt, og samstundis hevur tađ heldur ikki veriđ ein revsing, sum kann merkjast.

Tí hevur ákæruvaldi ført tvey mál í Føroya Rætti við pástandi um, at sektarstøðið generelt skal hækka. Ákæruvaldið legði við hesum upp til, at sektarstøðið í brotum, sum nevnd omanfyri, ístaðin fyri 600kr. og 800kr., skal vera 1500kr. og 3000kr. Hesum tók Føroya Rættur undir viđ.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder