Annað

Ritan á beding í dag og og Sildberin komandi mánaða

-

2023-10-23 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ritan fer í dag á beding hjá KSS í Klaksvík. Umframt vanligt árliga eftirlit og viðlíkahald verður ein nýggjur krani settur í Rituna. Jósup røkir siglingina á Fugloyar- og Svínoyarleiðini eftir vanligu ferðaætlanini fyri leið 58, ímeðan Ritan er á beding. 

Sildberin fer á beding frá 27. november. Jósup fer at avloysa Sildberan og siglir tá á Skúvoyarleiðini eftir vanligu ferðaætlanini fyri leið 66. Tá ið Ritan, sum er 52 ára gomul, og Sildberin, ið komandi ár verður 30 ár, hava verið á beding, skulu eftir ætlan ikki fleiri skip hjá SSL á beding í ár. 

Nærri kunning um, nær ið Ritan og Sildberin vera í sigling aftur, verður løgd út á www.ssl.fo og kunngjørd við sms-skipanini hjá SSL, har ein kann melda seg til og fáa kunning fyri ávísa farleið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder