Politikkur

Røða hjá Landstýriskvinnuni á álitisfólkafundi hjá Føroya Pedagogfelag

.

2025-05-06 14:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Pedagogfelagið  /  Álitisfólkafundur 5. Mai 2025


Góðan dag, øll somul — og hjartaliga takk fyri innbjóðingina. Tað er bæði ein heiður og ein gleði at fáa høvi at vera saman við tykkum í dag og seta orð á eitt evni, sum stendur mær nær: tað sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Tað er eingin loyna, at hetta hevur fingið vaksandi týdning seinnu árini — og tað er ikki uttan orsøk. Okkara arbeiðspláss eru staðið, har vit brúka stóran part av okkara vaknu tíð, og tað, sum hendir har, hevur beinleiðis ávirkan á okkara trivnað, heilsu og lívsgleði.

Áðrenn eg fór upp í politikk, havi eg í arbeiðslívinum í nøkur ár virkað sum leiðari, og tað gjørdist mær skjótt greitt, at trivnaður hjá starvsfólkunum hevur avgerandi týdning fyri at fáa loyst ta uppgávuna, sum arbeiðsplássið hevur – kjarnuuppgávuna.

Eg fekk rættiliga skjótt áhuga fyri hugtakinum “sálarligur tryggleiki”, sum amerikanski sálarfrøðingurin og granskarin Amy Edmondson hevur verið upptikin av og breitt út kunnleika um. Hetta, at vit skulu skapa sálarligan tryggleika á okkara arbeiðsplássum sum fyritreyt fyri trivnað millum starvsfólk, sum aftur er fyritreytin fyri einum vælvirkandi arbeiðsplássi.

Og eg minnist enn, tá eg fyrstu ferð hoyrdi Amy Edmondson greiða frá hugtakinum “sálarligur tryggleiki”. Hetta var í einum fullum sali á eini leiðarastevnu í Danmark. Hon segði nakað, sum setti spor í meg: “Tað er ikki nóg mikið, at fólk tora at vera erlig, tá tey eru trygg. Tey mugu vera trygg fyri at tora at vera erlig.” Tað rakti beint í kjarnuna.

Hetta er eisini mín sannføring, sum eg havi tikið við mær í mítt politiska arbeiði og mína uppgávu nú sum landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum: at trivnaður á arbeiðsplássinum eigur at verða raðfestur. Tað ber ikki til at skapa góð úrslit, um fólk ikki hava tað gott.

Arbeiðsmarknaðarmál vóru millum tey fyrstu málini, sum vórðu yvirtikin, aftan á at heimastýrislógin kom í 1948. Fyri 50 árum síðani fingu vit lóg um arbeiðaravernd, og Arbeiðseftirlitið varð sett á stovn. Fyri 25 árum síðani varð nýggj lóg um arbeiðsumhvørvi sett í gildi, men fokus hevur serliga verið á fysisku rammurnar. Eg eri tí ómetaliga fegin um, at vit í ár kunnu styrkja okkara fokus á tann sálarliga partin av arbeiðsumhvørvinum. Í sambandi við 50 ára dagin fyri, at Arbeiðseftirlitið varð sett á stovn, fara vit seinni í ár at markera hetta arbeiðsumhvørvisárið, og har hetta verður ein týðandi partur, og tað, at vit fáa sett orð á hetta, fer at hava týdning fyri framtíðina.

Tryggleiki snýr seg ikki bara um at hava frið – og tað sær út, sum alt er sátt og semja – tryggleiki snýr seg um at tora. Tora at siga frá. Tora at ivast. Tora at vísa veikleika. Og tað er eisini her, at tit álitisfólk hava ein serstakan leiklut.

Eitt arbeiðspláss við sálarligum tryggleika er eyðkent av:

-        at har er rúm fyri ivamálum og mistøkum, og hesi verða ikki møtt við einum ákoyrandi og fordømandi hugburði, men heldur við einum ynski um at betra verandi umstøður,


-        at starvsfólk tora at seta spurningar og koma við hugskotum, eisini tá ið fatan teirra er øðrvísi enn tann hjá meirilutanum, og


-        at vanligar ósemjur verða góðtiknar sum partur av einum livandi arbeiðsplássi heldur enn sæddar sum ein trupulleiki.


Sálarligur tryggleiki er sostatt í stóran mun við til at skapa bestu rammurnar fyri at arbeiða við teimum avbjóðingunum, ið eru nevndar í kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Sálarligur tryggleiki gagnar bæði starvsfólkum og arbeiðsgevara. Starvsfólk trívast og mennast í arbeiðinum heldur enn at verða tyngd av arbeiðinum. Somuleiðis gagnar sálarligur tryggleiki arbeiðsgevaranum, tí tað er lættari at loysa trupulleikar og betra um arbeiðsgongdirnar, tá ið starvsfólk tora at tosa um tað, sum ikki riggar.

Tit eru eitt trygdarnet hjá tykkara starvsfeløgum. Tit eru brúgvin millum arbeiðstakarar og leiðslu. Tit eru røddirnar, sum duga at seta orð á tað, sum ikki altíð verður sagt. Og tá vit tosa um sálarligt arbeiðsumhvørvi, so eru tit millum teirra, sum kunnu gera tann størsta munin.

Eg veit, at tit arbeiða á økjum, har krøvini ofta eru bæði tung og kensluliga krevjandi. Tit arbeiða við børnum og við borgarum við serligum tørvi — menniskjum, sum treingja til tykkara umsorgan, tykkara orku og tykkara nærveru. Og tað er júst tí, at tað er so ómetaliga týdningarmikið, at tit sjálvi hava tað gott. Tí – vit kunnu ikki geva tað, sum vit ikki sjálvi hava.

Við kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi, sum nú er á veg, seta vit fyri fyrstu ferð greiðar karmar um hetta økið. Tað snýr seg um, at arbeiðið skal skipast á ein hátt, sum verjir fólk. Sum tekur støðu til arbeiðsbyrðu, ógreið krøv, kensluliga strongd, niðrandi atburð og harðskap.

Men tað snýr seg eisini um nakað annað: at seta orð á tað, sum áður hevur verið eitt tagt øki. At siga: “Hetta er eisini arbeiðsumhvørvi. Hetta telur líka nógv sum ein góður stólur og rein inniluft.”

Kunngerðin krevur, at arbeiðsgevarar hava mannagongdir. At leiðslur hava ábyrgd. Men eg haldi, at vit eiga eisini at síggja okkum øll sum part av loysnini. Tí tað, sum nívir mest, er ikki altíð tað, sum kemur uppifrá – tað er mangan tað, sum fer fram millum starvsfelagar. Niðrandi tala, at verða útilokað, ósjónligt trýst.

Tað krevur dirvi at siga frá – og tað krevur eitt arbeiðsumhvørvi, har tað er trygt at gera tað.

Vit skulu arbeiða saman – arbeiðsgevarar, leiðarar, starvsfólk og álitisfólk – um at skapa tað umhvørvið. Og vit mugu gera tað í gerandisdegnum, ikki bara, tá tað verður ásett í kunngerðum. Við at tosa saman, lurta, menna samstarv og – ikki minst – við at loyva hvørjum øðrum at vera menniskju.

Eg fegnist um, at henda kunngerðin hevur verið so væl móttikin. Hon er eitt stig á leiðini. Men tað er ikki kunngerðin, sum skapar tryggleikan – tað eru tit. Tað eru vit. Tað er okkara val, hvørja ferð vit møta einum starvsfelaga, hvussu vit tosa saman, og hvussu vit tosa um hvønn annan.

Og tí eri eg so takksom fyri, at fáa orðið á tykkum álitisfólk her í dag. Tit eru berarar av mentanini á tykkara arbeiðsplássi. Tit eru eisini brúgvin til betri arbeiðsumhvørvi.

So latið okkum halda fram at byggja. Ikki bara eitt arbeiðsumhvørvi við góðum karmum – men eitt arbeiðspláss við lívi, nærveru og sálarligum tryggleika.

Takk fyri tykkara týdningarmikla arbeiði.

Takk fyri, at eg slapp at vera partur av tykkara degi.

© Símun J. Hansen og Umhvørvismálaráðið

Váttan: Umhvørvismálaráðið váttar at føroyskir miðlar hava loyvi at nýta viðheftu myndir í sambandi við miðling av hesi grein.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder