
Sí myndir frá reisigildinum her.
Røða til reisigildi fyri nýggju panthøllina hjá IRF
Góðan dag øll somul! Leingi er tað, ið væl skal vera.
Eg haldi ikki, at eg lúgvi, um eg sigi, at arbeitt hevur verið við hesi ætlan í meira enn 10 ár, og sum Henrik Old segði á tingsins røðarapalli: “Tað er undrunarvert, at vit hava klárað at sent fólk til mánan, tá tað hevur verið so torført at gera eina skipan til at taka ímóti tómum fløskum.”
At vit nú halda reisigildi merkir, at vit loksins eru komin so langt við nýggju pantskipanini, at sjálvur bygningurin til skipanina er væl ávegis, og samstundis hóma vit byrjanina til eina nýggja tíð, har skipanin verður veruleiki.
Tað gjørdist nakað tvørligt at sleppa av við fløskur og íløt. Tá eg sum smágenta saman við vinkonum fór runt í bygdini at samla fløskur, fyri at leggja afturat lummapengunum, so var tað nokkso einfalt. Tað vóru bara klárar fløskur og grønar fløskur.
Sodavatnsfløskur og ølfløskur. Ein posa í hvørja hond. Eisini høvdu vit skilt tær sundur, so lættari var at fáa tær avgreiddar í kioskini, sum tók ímóti fløskunum.
Nøkur oyru fyri sodavatnsfløskurnar og eitt sindur meira fyri ølfløskurnar. Eina Sisu og bomm fyri rest.
Tað var tað.
Sum nú er, hava vit í veruleikanum meira enn tólv størri og smærri pantskipanir, tí framleiðarar og innflytarar skulu sjálvir fáa síni íløt til høldar, og tað er sera ópraktiskt fyri vanliga borgaran, sum má ferðast til fleiri handlar fyri at sleppa av við síni íløt – alt eftir, hvør seldi hvat.
Tí setti landsstýrið sær fyri at gera eina hentari skipan, og í mars 2024 samtykti Løgtingið lógina um nýggju pantskipanina.
IRF tók á seg leiklutin sum umsitari av skipanini og hevur ábyrgdina av at byggja hana upp.
IRF hevur eisini verið ein týðandi partur av tí drúgva fyrireikandi arbeiðinum, sum var neyðugt fyri, at Umhvørvismálaráðið kundi orða ta nýggju lóggávuna.
Eisini skal nevnast tann holli stuðul, sum ráðið hevur fingið frá Handilsvinnufelagnum og limum tess í hesi tilgongdini. Uttan teirra undirtøku og hjálp er tað ivasamt, um vit høvdu staðið her í dag.
Endamálið við nýggju skipanini er at gera tað so einfalt sum gjørligt hjá fólki at lata øll pantíløt inn á einum stað. Við hesari loysnini fáa vit eina felags skipan fyri alt landið, har IRF – við hesi panthøllini sum miðstøð – stendur fyri at savna inn øll íløt, flokka tey og senda tey víðari til endurnýtslu og endurvinning.
Nýggja pantskipanin fevnir um tilfar frá fleiri vørum enn bara drykkjuvørum. Til dømis kunnu matvørur í plast-, glas- ella aluminiumsíløtum leggjast afturat skipanini, tá hon er búgvin til tess. Nýggja pantskipanin er tískil eitt týðandi ískoyti til at førka Føroyar frá linjubúskapi, har man brúkar og kastar burtur, til ringbúskap, har man endurnýtir og endurvinnur.
Panthøllin verður eftir ætlan klár at taka í nýtslu í vár, og tá fer eisini nýggja pantskipanin av álvara í gongd fyri alt landið. Tað merkir, at um stutta tíð fer alt hetta arbeiðið, sum longu er lagt fyri dagin, at bera ávøkst.
Eg gleði meg til, at vit øll møtast aftur her, tá ið snórurin skal klippast, og skipanin fer í gongd.
Øll tit, sum á ein ella annan hátt hava arbeitt fyri hesum máli, eiga stórt rós uppiborið í dag, og eg vil ynskja okkum øllum – og serliga IRF – hjartaliga til lukku við at hava nátt henda varðan á leiðini til ta nýggju pantskipanina.
Takk fyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald