Mentan

Røðan hjá Marionnu sæst her

Marianna Simonsen setti Vestanstevnuna.

2026-07-12 19:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vælkomin

Góðu vestanstevnugestir!

Uttanbíggjafólk -Vágafólk-ítróttafólk, gestir, vinir og kenningar.

Vælkomin á Vestanstevnu øll somul!

Pallurin á Tungu

Tað er mær ein framíhjárættur og ein æra at standa her á tí nýggja pallinum á Tungu og bjóðað vælkomin og seta stevnuna. Hetta er ein frumframførsla.

Fyrst fari eg at takka øllum, sum hava lagt alla orku í at gera sítt ýtarsta at fáa alt liðugt og klárt til stevnuna.  Takka gartnara og hansara hjálparfólki, snikkarum, verkafólki, ungum í arbeiði og øllum øðrum sum hava gjørt teirra til, at tað skuldi eydnast.

Hetta staðið eitur á Tungu, tí tað liggur sum ein Tunga oman gjøgnum bygdina við eini á hvørjumegin, sum renna saman í ósan.

Nípusker

Ein yrking, sum Sámal Ellefsen yrkti eitt góðveðurskvøld úti á Nípuskeri, byrjar soleiðis: Vestan fyri Koltur og Hest, har liggur oyggin mær dámar best. Og Trøllkonufingur og Reynsatindur teir standa reyst. Frá Vatnsoyrarsandi til Bøsdalsá, har Trælanípan stendur hjá, og Vatnið stóra, sum er tað fjórða, oynni á. 

Summarið og skrúðgonga

Nú er hásummar og feriutíð, so tað er lagamanni at samlast til stevnu.

Sum eg hyggi út yvir hesa fjøldina nú, so síggja tit út sum eitt vakurt blomturbed nú á hásumri, eins og viðarlundin á Tungu  er uppskrýdd og í summarbúna.

Sangur og Spæl

Eg fari at takka hornorkestrinum fyri spælið - tit eru altíð til dystin fús og undirstrikað okkara mentanararv sum sangglaðir og musiskir føroyingar. Tykkara partur liggur ikki eftir, og tit seta altíð ein serstakan veistluróma og dám á Vestanstevnuna. Takk fyri tað.

Nú eru umstøðurnar batnaðar munandi,  tit kunnu koma undir tak, og tað hava tit uppiborið. Hvussu ofta hava tit ikki staðið køld og vát í øllum veðri, bæði á jólum í kulda og regni og til ymiskar hátíðarligar løtur og stevnur. Kommuni skulu vit veita eina tøkk fyri tað.

 Stevnan 4. hvørt ár

Vestanstevnan í Miðvági var nakað serstakt, tey árini Vestmanna var uppi í. Tá var stevnan fjórða hvørt ár í Miðvági, og tað var sama ár sum heimsmeistarakappingin í fótbólti. Tí var altíð lætt at minnast til, nær Vestanstevnan var í Miðvági.

Men hóast Vestanstevnan - ella rættari Vágastevnan, sum hon  aftur er blivin til - nú er triðja hvørt í Miðvági, so er tað falli soleiðis í ár, at HM í fótbólti og stevnan í Miðvági aftur eru sama ár, júst sum fyrr.

Men latum okkum nú reisa okkum eina løtu úr stólinum og flyta okkum burtur frá sjónvarpinum og fótbóltinum, fara á stevnu og sleppa Amerika eina løtu. Nú er nokk gløtt á skýggjan. Í dag eru vit lokal, gestablíð og hugna okkum saman, andlit til andlits, práta, skemta og stuttleika okkum.

2002 og Sundið

Eg eri nóg gomul at minnast stóru broytingarnar í tíðini hvat viðvíkur Vestanstevnuni.

Árið 2002 var eisini nakað serstakt fyri okkum her vesturi, tá fingu vit undirsjóvartunnilin, fyrstir á sjóvarfallinum sum altíð, og so komu øll hini aftaná. Talið 2002 er eisini nakað fyri seg, talið kann lesast bæði aftanífrá og framanífrá, og tú fært sama úrslit  - byrjar við 2 talinum og endar við 2 talinum.

2002 var sostatt seinasta árið, at "Smyril" kom á Miðvág við bátum og kappróðrarfólki. Hann kom úr Suðuroy, legði at í Tórshavn á veg vestur og tók kappróðrarbátar og  kappróðarfólk við. So lá "Smyril" á Miðvági inntil um kvøldið, tá hann fór av stað aftur. So øll stevnufólkini fóru inn á kaiina at veittra farvæl. 

Tað bar ikki til at fáa alt - kappróðrarbátar, kappróðrarfólk og gestir - yvir um Sundið við "Sam".  Nú er koyrandi undir Sundið, ongar bíðirøðir, so bæði fólk og bátar fara undir Sundið uttan at verða bundin av klokku ella ferðaætlan - nógv er broytt. Men hava vit betri stundir? Fáa vit meir á skaftið ella, hvat hava vit brúkt bíðitíðina til?

Meg minnist eisini, at húskini tóku eina bátsmanning í part til døgurða, tá stevna var. Soleiðis gjørdi mann tá. Eitt nú minnist eg, at vit plagdu at taka eina manning úr Suðuroy, tí pápi mín var suðuroyingur. Tá fekst ikki pitza og burgari á hvørjum hjørni.

Nú kunnu kappróðrarfólk tekna seg til at sleppa til borðs í felagshølum, og tað haldið eg er alla æru vert og gott arbeiði er lagt í tað, fyri at vísa blíðskap. Takk fyri tað, tit sum borðreiða, tí tað er ikki bara bara.

Sjálv minnist eg eisini at Ternan, hondbóltsliðið hjá okkum, gekk skrúgongu í Havn í 1964 í samband við 25 ára hátíðarhaldið hjá ÍSF. Ein stórsligin løta á Vaglinum við m.a, fimleikaframsýning. Hallir vóru ongar, so tað gekk alt fyri seg uttandura. Hetta var í apríl, kalt og leingi at standa og hyggja úti í kuldanum. Tá vóru eingir sponsorar og heldur eingir venjingarbúnar, bert stuttar ermar og ber lør.

Eg minnist hetta so væl. Komin yvirum aftur á Fútaklett var eingin bussur komin. Fartelefon var ikki til, so vit gingu niðan á hálsin í Sandavági. Tá kom ein bilur og tók okkum uppí. Men

tað kom ikki í Útvarpið, sum nú ein dagin Tórshavnar Kommuna manglaði ein eykalut til eitt ferðsluljós í Havn. Stórtíðindi. Eg meini tað.

Tiltøk til gaman og álvara

Tiltøk eru mong at fara til á stevnuni, tey tróta ikki. Siðsøguligar og mentanarligar framsýningar. Kálvalíð og Jansagerði verða eisini opin nakrar tímar. Og ikki at gloyma kirkjugongdina sunnudagin og kristiligu møtini. Stevnan er bæði álvara og gaman.

Kappróðurin

Stuttligt verður at fara at hyggja at kappróðrinum, tað gleði eg meg til. At síggja øll bátaløgini koma inn eftir vágini er ein fragd fyri eygað. Eitt stórt miðvíst arbeiði liggur aftanfyri og nógv hørð venjing. Tað snýr seg um partar av sekundum, so kappingin er hørð og spennandi. Men øll vinna ikki, og tí telur felagsskapurin og samanhaldið næstan líka so nógv, at luttaka telur ikki minst, tí annars var eingin at kappast ímóti.

Sangurin, sum var yrktur til fyrstu ferð "Miðvingur" róði, ljóðar nakað soleiðis: Hetta var í 57, fólk var av tí nógva, trýati vóru bátaløg, tann dagin teir skuldu rógva.

Mikkjal á Ryggi yrkti eisini tíðliga ítróttasangin "Á leikvøllum funnust í forðum". Vit dugdu hann uttanat tá, men nú kennast fá við hann og tað knípir at duga hann uttanat.

Men í dag eru sponsorar, venjarar í teknikki, venjarar í treystleika, og ikki minst mentalir venjarar, bara fyri at nevna nakrar, so apparatið rundan um ítróttin er sera umfatandi.

Tøknin í dag er ófatilig, og menn býta seyð á teldu, men skaparverkið er enn størri. Tá vit leggja Vestanstevnuna, mugu vit enn laga okkum eftir flóð og fjøru, tað maktar tøknin ikki at stýra. Men kønir menn kunnu av erfaring ella lívsroyndum siga okkum hetta.  

Í sanginum hjá Mikkjali á Ryggi um áttamannafarið stendur: í Føroya fólks minni hann liva víst skal, so leingi sum fløðir og fjarðar.

Bygdin flaggskrýdd

Bygdin er flaggskrýdd og stásað upp og ruddað.  Tað bláa í flagginum fær okkum at hyggja út á vágina, - tað hvíta á reinleikan, og tað reyða í flagginum vísir okkum á kærleikan og sjálvt lívið.

Hvør veit? Kanska onkur finnur sær eitt sprund júst hesa Vestanstevnuna. Kanska spákandi eftir "Kærlighedstien" á Tormanbakka ella ein túr í mánalýsinum fram við lónni eftir gøtuni á Kumlum, seta seg á beinkin og hoyra aldurnar tutlandi spæla á sandi. Kann nakað verða meira romantiskt? Tað hvíta í flagginum er okkara reini, óspilti ungdómur, - gævið vit tilkomnu fara væl um, so ungdómurin arvar eitt gott samfelag at byggja víðari á.

Fyrireikarar

Fyriskipararnir eiga eina stóra tøkk uppiborna fyri við lív og sál at hava lagt alt til rættis, tykkara partur liggur ikki eftir - uttan fyrireiking eingin stevna.

Summarið

Vit kunnu taka undir við sálminum hjá Mikkjali:

Vælkomin summartíðin við sól um fjøll og fjørð! Sjá, blomsturskrýdda líðin av signing Guðs væl grør, tað, vetrarfonnin fjaldi, Guð gav so góðan blund, at styrknað tað upp nældi á vársins lýggju stund.

Nú fríðkast væl á bøi! Úr Harrans mildu hond alt livandi fær føði av fjalli ytst á strond. Hoyr, títlingarnir glaðir blítt yvir land og hav nú syngja takkarkvæði til hans, sum lív teim gav.

Gestablídni trýtur ikki og tað fløvar at støkka inn á gólvið og hitta vinir og kenningar og fáa eitt hugnaligt og gott prát.

Endin

Nú er veitsla - stevna - hugnið tykkum nú so á hvør sín hátt.

  1. N. Djurhuus sigur í eini yrking:

Regin smiður gongur væl Grani Sjúrðar hestur - Lívið er eitt veitsluspæl, har vit eru gestir.

Gerið tit tykkara til, at veitslan verður góð og sømulig.

Hervið lýsi eg Vestanstevnuna 2026 at vera setta!

Takk fyri!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder