Nakrir av stuðulunum hjá landsliðnum hava gjørt eina heimasíðu við kunning til teir nógvu føroyingarnar, sum fara til Oslo í komandi viku. Vitja heimasíðuna her.
Á síðuni sæst, at RSP, Swangah og DJ Petur Háberg fara at fáa lív í føroysku áskoðararnar. Tað verður skipað fyri upphiting áðrenn allar tríggjar dystirnar, og eisini verður skipað fyri afterparty. Tó sleppa "bara" 1500 fólk inn.
Góð ráð og reglur
Ferðaseðlar og ferðing í býnum
Hav pass ella gildigt samleikaprógv við tær.
Í Oslo er almennur flutningur lættur at brúka (bussar, sporvognar og T-bani). Keyp billett áðrenn tú fert umborð og hav billettina tøka, um eftirlit kemur.
Alkohol (Reglugerðir )
Aldursmarkið er 18 ár fyri øl og vín, og 20 ár fyri brennivín.
Tað er ikki loyvt at drekka alkohol á almennum øki. Hetta kann geva bót.
Veitslur og fjepparí skal vera inni á kráum, matstøðum, tiltøkum ella á privatum øki – ikki úti í býnum.
Norska løgreglan er strang viðvíkjandi óskynsamligum drukki, larmi og ófriði, serliga í miðbýnum eftir stór tiltøk.
Sí annars myndir vit tóku til upphiting í Berlin.
Myndir: Góður stemningur í Kreuzberg
Myndir: Føroysk innrás í Berlin
Myndir: Fjepparatiltak í Haubentaucher
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald