Vinna

Samlaða tøkan av alilaksi var 95 tús. tons í fjør

Tøkan av alilaksi var 95 tús. tons í kruvdari vekt í 2021. Hetta er umleið 30% meira enn í 2020 og eisini meira enn metárið 2019

2022-01-10 16:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tøkan av alilaksi var 95 tús. tons í kruvdari vekt í 2021. Hetta er umleið 30% meira enn í 2020 og eisini meira enn metárið 2019.

Tøkan av alilaksi var í fjør 95.000 tons í kruvdari vekt. Hetta svarar til uml. 115.000 tons í rundari vekt. Talan er sostatt um eina væl størri tøku í mun til 2020, tá tøkan var uml. 73.000 tons í kruvdari vekt. Eftir at árliga framleiðslan frá føroysku alivinnuni í nøkur ár meira ella minni hevur staðið í stað, síggjast nú veruliga úrslitini frá teimum íløgum, sum eru gjørdar at ala størri smolt á landi. Alivinnan arbeiðir áhaldandi við at stytta um tíðina, sum alilaksurin er í sjónum, og ein styttri tíð á sjónum hevur við sær, at árliga tøkan kann økjast. Havbúnaðarfelagið skrásetur vikuligu tøkutølini frá føroysku laksaalifeløgunum og almannakunnger tey á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Tøkutølini kunnu finnast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder