
Á myndini niðanfyri sæst, at kommunurnar hava havt rakstraravlop seinastu 10 árini. Rakstraravlopini hava verið lutfalsliga støðug samanborið við samlaðu inntøkurnar og hava ligið millum 18-20%.
Bruttoinntøkurnar hjá kommununum eru øktar 61% í tíðarskeiðinum 2015 – 2024. Í 2015 vóru inntøkurnar um 2,4 mia. kr., meðan tær í 2024 vóru 3,8 mia. kr. Vøksturin stavar í stóran mun frá øktum virksemi í búskapinum, eitt nú eru lønargjaldingarnar í hesum tíðarskeiði øktar við 56%. Í sama tíðarskeiði eru rakstrar- og flytingarútreiðslurnar vaksnar áleið 60%; í 2015 vóru kommunalu rakstrar- og flytingarútreiðslurnar nærum 2 mia. kr. og í 2024 vóru tær góðar 3,1 mia. kr., sí myndina niðanfyri.
Netto løgurnar hava tó síðan 2018 verið størri enn rakstraravlopini, og hetta hevur ført til undirskot. Í 2024 var samlaða undirskotið hjá kommununum góðar 350 mió. kr. At kommunurnar hava undirskot merkir, at skuldin økist. Langa skuldin hjá kommununum er økt frá at vera 880 mió. kr. (5,1% av BTÚ) í 2015 til at vera 1.830 mió. kr. í 2024 (6,6% av BTÚ).
Úrslitið á kommunalu kassunum 2015-2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald