Politikkur

Sáttmálin fyrr og nú

-

2022-01-17 20:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Sáttmálin fram til 2019

§17. Frádráttir

"Stk.3. Avgjøld fyri fiskiloyvir av einum og hvørjum slag ganga av óbýttum, tó er keyp av føroyskum kvotum og/ella fiskidøgum millum føroysk skip IKKI loyvdur frádráttur."

Í dag er stk. 3 strikað, og er hendan orðingin komin ístaðin.

Galdandi sáttmáli

Nýtt stk. 3.

    a) Alment ásett veiðigjøld eru loyvdir frádráttir.


    b) Tá rættindi eru keypt, eru loyvdir frádráttir:


    1. Av upphædd, samsvarandi alment ásettum veiðigjaldi, 100%, og

    2. av upphædd sum er tvær ferðir (1) frádrigið (1) 50%, og

    3. Av upphædd sum er tríggjar ferðir (1), frádrigið (1) og (2) 50%

c) Tá talan er um keypt rættindi, har ikki er ásett almend veiðigjald, verður nýttur sami frymil, tó soleiðis, at ístaðin fyri alment ásett veiðigjald, verður í (1) brúkt 100 oyru.

d) Fyri rættindi, sum eru keypt áðrenn 1. apríl 2019, og verða fiskaði aftaná hendan dag, er galdandi sami frymil sum frammanfyri, við tí broyting, at loyvdur frádráttur:


     1. Av upphædd sum er omanfyri (1) frádrigið (1) 75%

e) Keyp av føroyskum kvotum og ella fiskidøgum millum føroysk skip er ikki loyvdur frádráttur.

Sitandi formaður, Jan Højgaard - sum sigur seg ongantíð hava góðtikið, at manningarnar luttaka í tilfeingisgjøldum og uppboðssølugjøldum - er maðurin, ið hevur skrivað undir galdandi sáttmála fyri føroyska fiskimannin.

Sjálvur sat eg í nevndini, tá galdandi sáttmáli bleiv undirskrivaður og tí kann tað tykjast løgi fyri mong, at ein nú skal koma afturum aftur, sum ketta upp úr høvdatroð, at finnast at hesum. Sigast skal, at vit vóru tveir í einum "stórum" minniluta, sum talaðu harliga at, tó uttan at blíva hoyrdir. Vit blivu snøgt sagt útihýstir til samráðingarnar. Og kann eg leggja afturat, at høvdu vit í minnilutanum, havt nakað orð at siga, so var støðan ein heilt onnur í dag; bæði viðvíkjandi eftirlønini og loyvdum frádráttum.

Eftirlønin er sjálvsagt eisini ein tíđandi partur í komandi samráðingum, sum eg 100% ætli mær at fáa í rættlag, soleiđis at tey sjey prosentini vit sjálvir gjalda av okkara egnu hýru, verđa goldin av reiđarunum; OMANÁ hýruprosentiđ.

Av fiskifeltinum.


Mortan G. Berjasten

Formansvalevni í Føroya Fiskimannafelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder