Vinna

Send verkætlan inn til Closed for maintenance – Open for voluntourism 2023

Væl umtókta átakið ”Closed for maintenance – Open for voluntourism” verður endurtikið í apríl 2023.

2022-09-29 07:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta er eitt gott høvi hjá kommunum, hagapørtum og øðrum at fremja neyðugar ábøtur og at fyrireika økini at taka ímóti ferðafólkum, so viðurskiftini eru so væl skipað sum til ber.


Eins og undanfarin ár er pláss fyri áleið 10 ymiskum verkætlanum kring landið, og vit fara at bjóða 100 sjálvbodnum útlendingum at luttaka. Umframt fyriskiparar, arbeiðsformenn o.a., fáa sjálvbodnir føroyingar eisini høvið at luttaka í verkætlanunum, soleiðis at øll arbeiðslið vera væl umboðaði av bæði føroyingum og útlendingum.


Treytirnar fyri luttøku eru, at kommunan ella kunningarstovan fyllir út umsóknarskjalið, ið er at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Tess betri verkætlanin er umhugsað og lýst, tess betri møguleika hevur umsøkjarin at verða partur av teimum 10 verkætlanum. Sjálvsagt hevur tað eisini týdning, at verkætlanin loysir ítøkiligar avbjóðingar m.a. har sum ábøtur eru neyðugar.


Visit Faroe Islands letur umsøkjarunum eina fasta upphædd fyri kost og logi og kommunan/kunningarstovan ger síðani av, hvørjir veitarar í økinum verða brúktir til at veita mat og gisting.

Freistin at lata inn uppskot til verkætlanir er fríggjadagin 7. Oktober 2022. Vilt tú luttaka í átakinum í 2023, skal umsóknarskjalið fyllast út og sendast til [email protected].


Tá freistin er farin, viðger Visit Faroe Islands verkætlanirnar og ger av, hvørjar vera partur av átakinum. Átakið verður 20.-22. apríl 2023.


Finn umsóknarblaðið her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder