FSF: – Kenslan er góð, og vit gleða okkum til kappingina.
Tað sigur Silja Ragnarsdóttir Trier, ið er annar av liðskiparunum á U19-landsliðnum við gentum, sum næstu dagarnar skal spæla EM-undankapping í Føroyum.
Hini londini í bólkinum eru Andorra, Litava og Ukraina.
Føroyska liðið er væl fyri og væl fyreikað til kappingina, og málið er at vinna, so Føroyar aftur vera í deild A, tá EM-undankappingin í vár er á skránni.
– Tað er nakað heilt serligt at spæla landsdyst á Tórsvølli. Vit trúgva eisini uppá, at vit kunnu vinna bólkin, sigur Silja Ragnarsdóttir millum annað í samrøðu við FSF Varpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald