Vit í Vága Seyðahundafelag vilja takka tykkum øllum sum komu nær og fær vestur á skeið og hyggja mánadagin og tỳsdagin. Hetta hevur verði sera stuttligt og spennandi at sæð so nógvar hundar. Vit vóru sera hepnir í veðrinum og alt hevur spælt væl av.
Hesar dagarnar vóru um 20-25 fólk, har var nógv hundaprát, seyðaprát og skemt , sera hugnaligt. Takk tit øll fyri tær góðu afturmeldingarnar, hetta gevur okkum í nevndini mót uppá at fara at skipa fyri tílíkum aftur.
Afturmeldingar frá Ricky er, at hetta er eitt fantastiska rátt og flott land við sera gestablíðum fólkið og hundarnir eru á einum góðum støði.
At enda vilja vit senda eina stóra tøkk til John Olivar Edvarson fyri stykki og fjósið við øllum hentleikum í Áardali.
Eina stóra tøkk til Tróndur Niclassen í hevur veitt, Útsỳnið í Bø til Ricky at búgva í, hann var sera bergtikin av tí vakra útsỳninum.
Takk fyri stuðulin frá Westmec og Handilsvirkinum N.Niclassen
Og takk til tykkum øll sum hava hjálpt til.
Her eru nakrar løtumyndir úr døgunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald