Ítróttur

SÍ heldur á at vinna

Hotel Djurhuus-deildin:SÍ – KÍF 3-0 (25-14, 25-20, 25-22)

2025-11-22 22:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Eftir góða sigurin á Fleyr fyri 10 døgum síðani hevði KÍF góðar vónir um eisini at standa seg ímóti oddaliðnum SÍ, men mátti skjótt ásanna, at ávísur munur er á styrkini teirra millum, sum nú er.

SÍ var longu frammanfyri 12-7 í fyrsta setti, tá SÍ vann seks bóltar á rað og gjørdi tað til 18-7, og so gjørdist talan um rættiligan avsmurning í settinum, sum SÍ vann 25-14.

Í øðrum setti hepnaðist heldur betur hjá KÍF, sum fylgdi við til 12-12, áðrenn tað fór at dragna millum liðini, og SÍ vann settið 25-20.

Sama gongd var í triðja setti, tá SÍ við fimm stigum á rað fór frá 8-8 til 13-8. KÍF fekk tó nakað av spenningi í aftur, tá munurin minkaði niður í tvey stig við støðurnar 18-20, 20-22 og 22-24, men tá KÍF ikki fekk bilbugt við lobbinum frá Henrikku Wang Jacobsen eydnaðist SÍ at vinna 25-22.

Í morgin kl. 14 spæla Mjølnir og TB í Klaksvík og kl. 18 Fleyr og Dráttur í Havn.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr.
Lið
Dystir
Settmunur
Stig
1
5
9
13
2
Fleyr
5
4
9
3
Mjølnir
4
4
8
4
KÍF
5
-1
7
5
TB
4
-2
5
6
Dráttur
5
-14
0


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder