Ítróttur

SÍ sigraði á ÍF í 5-settara – púra opið um FM-finaluplássið

Lagt var upp til rættiligt brak í Fuglafirði í gjárkvøldið, tá ÍF tók ímóti SÍ, sum ikki hevði ráð at tapa, um lív skuldi haldast í vónini um FM-finalur. Og vónin, hon livir í øllum góðum hjá SÍ eftir sigur í spennandi 5-settaranum, har har liðini skiftust um at vera frammanfyri.  

2022-03-06 11:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Føroya Tele-deildin, menn:
Lagt var upp til rættiligt brak í Fuglafirði í gjárkvøldið, tá ÍF tók ímóti SÍ, sum ikki hevði ráð at tapa, um lív skuldi haldast í vónini um FM-finalur. Og vónin, hon livir í øllum góðum hjá SÍ eftir sigur í spennandi 5-settaranum, har har liðini skiftust um at vera frammanfyri.  

Í fyrsta setti yvirlividi SÍ fyrsta settbóltin, men so sveik móttøkan, tá ÍF servaði, og so vann ÍF 26-24. 

Í øðrum setti var ÍF stundum frammanfyri, og stundum SÍ, men við støðuna 19-20 sprakk SÍ av stað og vann næstu fimm bóltarnar á rað og settið 19-25.

Í triðja setti legði ÍF seg á odda 12-11, og ikki fyrr enn við støðuna 22-23 kom SÍ framum aftur, men tá varð hildið fast, og settið tryggjað við 23-25.

Fjórða sett var líkt teimum undanfarnu, men eftir at SÍ hevði javnað til 15-15 við einum serviessi, legði ÍF seg á odda 19-15 og vann settið 25-22.

Eftir 7-7 í javnbrótaranum legði SÍ seg trý stig framum, og tann munurin bara vaks, til SÍ hevði vunnið 15-9.

Tríggir FM-finalukandidatar afturat Mjølni
Við sigrinum er SÍ nú tvey stig aftanfyri ÍF á øðrum plássi á stigatalvuni, men hevur spælt ein dyst minni. Vónleyst er at spáa um, hvør teirra vinnur sær sæti í FM-finalunum, har mótstøðuliðið verður Mjølnir, sum er nummar eitt. Men Fleyr hevur framvegis møguleikan at lumpa finaluplássið frá ÍF og SÍ, men so krevst helst, at Fleyr vinnur allar sínar fýra írestandi dystir, sum eru ímóti Mjølni, ÍF og tvær ferðir ímóti SÍ. Tað verður møtimikið fyri havnarliðið.  

Fleyr fer tó undir øllum umstøðum at hava stóra ávirkan á, hvør kemur í finalurnar, tí dystirnir hjá ÍF og SÍ ímóti Fleyr verða sera avgerandi fyri, hvør vinnur sær finalupláss. ÍF hevur higartil havt takið á Fleyr og hevur vunnið allar tríggjar dystirnar 3-1, og verður tað aftur úrslitið í seinasta dysti teirra millum, so verður helst eisini neyðugt hjá SÍ at vinna báðar sínar dystir ímóti Fleyr. Í teimum báðum fyrru dystunum teirra millum vunnu liðini hvør sín. Men haraftrat hava bæði SÍ og ÍF hvør sín dyst eftir ímóti Mjølni. Úrslitini í teimum dystum kunnu skjótt koppa øllum á høvdið. Eisini fær tað stóra ávirkan, um sigrarnir geva trý ella tvey stig. Matematisku møguleikarnir er í hvussu er nógvir, og langt síðani er, at manskappingin hevur verið so spennandi og jøvn sum í ár.  

Dystirnir, sum ÍF, SÍ og Fleyr hava eftir (heima og úti):
SÍ: Fleyr (ú), Ternan (h), Mjølnir (ú), Fleyr (h)
ÍF: Ternan (ú), Mjølnir (h), Fleyr (ú)
Fleyr: SÍ (h), Mjølnir (h), SÍ (ú), ÍF (h)

Úrslitini leygardagin:
ÍF – SÍ 2-3 (26-24, 19-25, 24-26, 25-22, 09-15)
Ternan – Fleyr 0-3 (13-25, 07-25, 16-25) 

Støðan:
Nr.  Lið – Dystir / Stig
1 Mjølnir 12 / 31
2 ÍF 13 / 23
3 SÍ 12 / 21
4 Fleyr 12 / 18
5 Ternan 13 / 0

Næsti dystur er longu mánakvøldið, tá Fleyr tekur ímóti SÍ. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder