Mentan

Sjómannakvøld við línu og stállínuskipum á skránni

Fríggjakvøldið 21. november kl. 19.00 verður skipað fyri einum nýggjum tiltaki, nevniliga sjómannakvøldi í Messuni. Ætlanin er, at hetta kann gerast eitt afturvendandi tiltak, har sjólívið, søgurnar og minnini frá tíðini á sjónum fáa sítt pláss..

2026-11-12 23:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrsta sjómannakvøldið verður evnið lína og stállínuskip. Til høvið eru fýra sjómenn bodnir at líta aftur á tíðina umborð á línuskipi. Talan er um Gardar Joensen, Richard Leonson, Ingolf Johannesen og Gudmund Gudmundsen, sum allir hava verið við línuskipi og fara at sita í panelinum hetta kvøldið.

Teir fara at greiða frá upplivingum, søgum og minnum frá lívinum á sjónum – bæði í gamni og álvara. Hetta verður eitt gott høvi at fáa innlit í eina serliga tíð í føroysku fiskivinnusøguni og hoyra frásagnir frá teimum, sum sjálvir hava roynt lívið umborð á línuskipi.

Jørgen Niclasen verður vertur fyri kvøldinum. Á skránni verða eisini harmonikutónleikur og felagssangur, og mikrofonin verður frí, so áhoyrararnir eisini fáa høvi at taka lut. Kaféin verður opin.

Harumframt verður ein stór myndaframsýning við myndum av línuskipum og modelskipum, sum uttan iva verður áhugaverd hjá bæði sjómanninum og teimum, sum hava áhuga fyri føroyska sjólívinum.

Lagt verður upp til eitt hugnaligt og áhugavert kvøld við góðum práti, tónleiki, felagssangi og søgum. Væntað verður, at nógv fólk fara at leita sær í Messuna til hetta fyrsta sjómannakvøldið.

Praktisk kunning

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder