Politikkur

Sjúrður og Anna standa til at verða vald á fólkating

Veljarakanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Portal.fo vísir, at Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg standa at verða vald á Fólkating.

2022-10-30 09:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Spyr.fo gjørdi mánadagin eina veljarakanning fyri portal.fo, og í blaðnum Vikuskiftið, sum kom út í gjár verður víst á, hvør persónur fær flestar atkvøður.

Tað eru Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum standa til at vinna sær umboðan á Fólkatingi.

Sambært blaðnum Vikuskiftið hjá Portal.fo, so stendur eitt púra greitt, fær Javnaðarflokkurin umboðan á Fólkatingi eftir valið, so verður tað Sjúrður Skaale, sum endurvinnur sessin fyri eitt valskeið afturat. 

Størri spenningur er um, hvør verður valdur, um Sambandsflokkurin eisini endurvinnur sín sess, les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder