Politikkur

Sjúrður spyr um øktar verjuútreiðslur og verjufyrivarnið

Nýggj avtala millum donsku stjórnina og aðrar flokkar á fólkatingi leggur upp til eina kraftiga upprusting av donsku verjuni. Avtalan er ein beinleiðis avleiðing av russiska álopinum á Ukraina. Men hon inniheldur eisini lutir, sum kunnu hava ávirkan á Føroyar.

2022-03-09 10:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sjúrður Skaale spyr í dag verjumálaráðharran um nýggju avtaluna um øktar verjuútreiðslur og um fólkaatkvøðuna um at avtaka verjufyrivarnið.

- Fyrst og fremst vil eg vita, nær og í hvønn mun landsstýrið bleiv hoyrt ella kunnað áðrenn pressufundin seinasta sunnudag. Og í øðrum lagi, um ein avtøka av danska verjufyrivarninum kann hava búskaparliga, handilsliga ella trygdarpolitiska ávirkan á Føroyar.

Nýggja avtalan hevur við sær, at 3,5 mia. kr. verða avsettar árliga í 2022 og 2023 sum ein reserva til verjumál, og at danir skulu til fólkaatkvøðu um verjufyrivarnið 1. juni í 2022. Harumframt hava partarnir bundið seg til komandi samráðingar um verjuavtalu at tryggja, at donsku útreiðslurnar til verjumál økjast til 2% av BTÚ fram móti 2033. Semjan leggur sostatt upp til, at Danmark yvirheldur NATO-málið um, at lond helst brúka 2% av sínum BTÚ til verjumál.

- Yvirskipað haldi eg, at tað er gott og neyðugt, at Danmark tekur hesi stigini, nú vit fyri fyrstu ferð í áratíggju hava eitt opið kríggj millum lond í Evropa. Men alt, sum Danmark ger í trygdar- ella verjupolitiskum høpi, kann hava beinleiðis ella óbeinleiðis ávirkan á Føroyar. Tí vil eg gjarna vita meira um hesi tingini. Serliga um landsstýrið bleiv hoyrt ella kunnað, nú stjórnin tekur so drastisk stig.

Síðani 1994 hevur Danmark havt eitt verjufyrivarni, sum hevur inniborið, at danir sum útgangsstøði ikki luttaka í felags verjupolitiskum átøkum í ES-samstarvinum. Alt bendir á, at tað verður undirtøka millum fólk fyri at avtaka verjufyrivarnið.

Spurningarnir til verjumálaráðharran eru hesir:

I lyset af Ruslandskrisen og krigen i Ukraine er regeringen, Venstre, SF, Radikale Venstre og Konservative blevet enige om et nyt nationalt kompromis om dansk sikkerhedspolitik. Aftalen vil bl.a. indebære, at der afsættes en generel reserve på 3,5 mia. kr. årligt i 2022 og 2023, at det ved de kommende forhandlinger om forsvarsforlig vil være en bunden opgave at sikre, at Danmarks udgifter til forsvar og sikkerhed løftes varigt til 2 pct. af BNP inden udgangen af 2033, samt at der afholdes folkeafstemning om at afskaffe forsvarsforbeholdet den 1. juni 2022.


Ministeren bedes oplyse, om aftalen er foregået efter drøftelser med Færøernes Landsstyre, om færøske myndigheder på andre måder var orienteret om aftalens indhold forud for Statsministeriets pressemeddelelse om aftalen den 06.03.22, og i givet fald, hvornår denne orientering foregik?

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder