Lýsing

Skipari til VØRN

-

2022-02-23 18:32 Author image
-
placeholder

Eitt starv sum skipari við skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

  • Evstu ábyrgdina tá manning av egnum skipi fremur eftirlit.
  • Kunnleika til lógarverkið, ið Vørn arbeiðir eftir, s.s. fiskivinnulóggávuna, fyrisitingar-lógina o.a. viðkomandi reglur.
  • Høvuðsábyrgdina fyri at G&T hondbókin verður fylgd og hildin virkin.
  • At arbeiða sambært avtalum, sum Vørn/Fiskiveiðieftirlitið hevur við aðrar stovnar.
  • Annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikakrøv:

  • Skipsførara útbúgving.
  • Vinnubræv sum Skipsførari við handilsskipum (STCW-regl. II/2 and V/1, Competency as Master).
  • Heilsuváttan fyri sjómenn.
  • Góðan førleika at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlenskum og enskum máli.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
  • Prógv, so sum trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgeri, vinnukavari og onnur viðkomandi skeið. Fyrimunur við gildugum prógvum.

Setanartreytir:

Starvið er tænastumannastarv og lønt í 36. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelagnum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheiti er skipari.

Tann ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at øki verður umskipað, til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir:

Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  07. mars 2022 kl. 1200.

Umsóknirnar skulu sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost: vorn@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder