Lýsing

Endurlýsing: Skrivstovufólk til Alvalon

Okkara skrivstovufólk fer í barsil og tí søkja vit eftir skrivstovufólki at arbeiða 20 tímar um vikuna frá 7. august 2023 og eitt ár fram.

2023-07-21 07:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Førleikar

Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving. Ein fyrimunur er, um viðkomandi hevur royndir við nemaløn og nematíð. 

Vit vænta at umsøkjarin:

  • Er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt

Tann setti kemur í høvuðsheitum at taka sær av og hava ábyrgd av:

  • Nemaløn
  • Nematíð
  • Nemastarv
  • Journalisering
  • Aðrar fyrifallandi umsitingarligar uppgávur.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju av Trøð Lauritsen, skrivstovufólk, á tlf. 233249 ella Tórdis Dam Johannesen, leiðara, á tlf. 233240.

Setanar og lønartreytir:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum kommunala arbeiðsgevarafelagið og starvsfelagið.

Umsókn:

Umsókn skal sendast til [email protected] í seinasta lagi 7. august 2023.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder