Lýsing

Skrivstovulærlingur til Atlantic Airways

-

2022-03-04 21:47 Author image
-
placeholder

Kundi tú hugsað tær eitt lærupláss við denti á sølu, tænastu og fyrisiting á einum stórum, altjóða og spennandi arbeiðsplássi? So er tað kanska tær vit leita eftir. Atlantic Airways søkir eftir skrivstovulærlingi til høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn. 

Títt lærupláss verður í sølu- og kundatænastu okkara, har tú verður upplærd/ur í sølu, tænastu og fyrisiting, og har tú verður partur av vaktartoyminum. Tú fert eisini at arbeiða á øðrum deildum hjá felagnum. 


Vit vænta, at tú...
- hevur áhuga fyri og møguligar royndir innan tænastu og fyrisiting 
- dámar at arbeiða við fólki, kundatænastu og ferðavinnu
- ert ágrýtin og arbeiðssom/samur og trívist í einum umhvørvi, har tað ofta er nógv at gera


Vit bjóða: 
- eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss 
- eina fjølbroytta og áhugaverda lærutíð, har tú fært innlit í arbeiðið á fleiri deildum hjá felagnum
- eina útbúgving, ið gevur tær góðar møguleikar at mennast bæði fakliga og persónliga


Um lærutíðina: 
Lærutíðin byrjar eftir nærri avtalu, og lønin er sambært galdandi sáttmála við Samverk (fyrrverandi S&K). Útbúgvingartíðin er býtt upp í verkliga læru og skúlagongd. Skúlagongdin er á Glasi. Útbúgvingarlongdin er 4 ár, ella um tú hevur eina av hesum útbúgvingum, er lærutíðin soleiðis:

• búskaparbreyt: 2 ár
• miðnámsbreyt:  2 ár og 6 mðr
• FHS: 3 ár


Umsókn: 
Umsókn við lívsrensli (CV), avrit av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til [email protected] í seinast lagi mánadagin 04. apríl 2022. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 


Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við Kristinu Fossaberg, leiðara á sølu- og kundatænastuni á tlf. +298 22 21 18 ella á [email protected] ella Elina Sigvardsen, HR-leiðara á tlf. +298 21 37 02 ella á [email protected]


Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini, og eina framúr góða tænastu. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder