Mentan

Skúlin á Giljanesi verður umskipaður

Komandi skúlaár verður skúlin umskipaður við at 1. og 2. flokkur flyta inn á skúlan inni á Giljanesi.

2024-04-25 12:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skúlastýrið og leiðsla skúlans hava saman tikið avgerð um, at komandi skúlaár 2024-2025 ganga 1.- 10. flokkur í skúlanum inni á Giljanesi. Sostatt fer allur skúlin at húsast á somu adressu komandi skúlaár.

Skúlin á Giljanesi hevur 4 skúlastovur tøkar við ítróttarhøllina, har 1.- 2. flokkur fara at ganga. Har er atgongd til fimleikarhøll, ítrottarhøll og køk.Um 1. og 2. flokkur hava næmingar, sum skulu beinleiðis á Pallin á Giljanesi (sertilboð) kunnu hesir næmingar hava tilknýti til heimaflokkin, bæði sosialt og fakligt.

Við at samla allar flokkar á Giljanesi skulu næmingarnir bert innskúlast eina ferð.

Skúlin og kommunan eru komin ásamt um, hvørjar ábøtur skulu gerast á Giljanesi, bæði úti og inni. Eisini verður arbeitt við ferðsluviðurskiftunum.

Sostatt byrja 1. og 2. flokkur í skúlanum inni á Giljanesi eftir summarfrítíðina.

Skúlin á Giljanesi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder