Vinna

Sløkkiliðið í Sørvági hevur havt úr at gera

Eystein í Løðu átaksleiðari hjá Sløkkiliðnum í Sørvági,sigur, at nógv var at gera í gjárkvøldið og í nátt, men nú eru teir á brandstøðini, har teir rigga av.

2023-02-08 09:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrsta útkall var í gjárkvøldið, tá ið klokkan var farin av kl. 9, tað var hálvtakið, sum var fast í dansistovuni í Sørvági sum fór í luftina - Tað bleiv tryggjað.

Næsta útkall var um 5-tíðina í nátt, tá var tað eitt úthús sum var farið, takplátur fuku runt - tilfarið var tryggjað og trol lagt útyvir.

So var tað ein hurð farin á einum hjalli í Bø.

Tað seinasta var ein trailaravognur á bryggjuni í Sørvági, sum var koppaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder