Lýsing

Søkt verður eftir gartnara til Vága kommunu

Við hesum verður søkt eftir gartnara til tekniska toymið hjá Vága kommunu.

2023-03-15 18:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Starvið:

Vága kommuna hevur við Visjón 2032 sett sær fyri, at vera ein framfýsin og fevnandi kommuna, har býarumhvørvi, trivnaður og burðardygg menning eru nakrar av grundsúlunum undir kommununi næstu 10 árini. Sum ein part av hesum, ynskir kommunan at menna tað grøna økið á ein burðardyggan hátt til frama fyri býarumhvørvið og trivna. Í tí sambandi verður søkt eftir einum gartnara at hava ábyrgdina av grøna økinum hjá Vága kommunu. 

Tann setti kemur at hava yvirskipaðu ábyrgdina av grøna økinum hjá Vága kommunu. Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlundum og miðstaðarøkjum, umframt at skapa og skipa møgulig nýggj grøn átøk og verða toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum. Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttanfyri stovnar, skúlar, sambýli, kirkjugarðar v.m.

Førleikar:

Vit vænta av tær, at tú:

  • ert útbúgvin gartnari ella líknandi, ella hevur drúgvar royndir við tílíkum arbeiðið
  • hevur koyrikort til persónbil
  • ert skapandi, og hevur eyga fyri at prýða
  • ert røkin og vísur arbeiðssemi
  • kann arbeiða sjálvstøðugt, og í einum toymi
  • til tíðir hevur møguleika fyri at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir

Løn og setanartreytir:

Talan er um fulltíðarstarv. Starvið er verður lønt eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Setanarstaðurin er Vága kommuna og tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.

Gartnarin hevur tilvísing til tekniska leiðaran.

Setan:

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men Vága kommuna bíðar fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Umsókn og nærri upplýsingar

Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til [email protected] ella við vanligum posti til:

Vága kommuna

Hammershaimbsvegur 1

360 Sandavágur

Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Tórhall Johansen, tekniska leiðara, við at ringja á tlf.: +298 794405 ella á teldupost: [email protected].

Freistin at søkja starvið

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 30. mars kl. 12.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder