Lýsing

Starv innan avrokning

Dámar tær tøl, dátur og greiningar, og kundi hugsað tær at ment teg í eini serstakari vinnu í Føroyum – flogvinnuni – so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

2025-07-03 22:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Atlantic Airways søkir eftir einum fyrikomandi og ábyrgdarfullum starvsfólki til okkara avrokningartoymi á roknskapardeildini.

Sum partur av okkara avrokningartoymi kemur tú at arbeiða við avrokning og inntøkuroknskapi. Tú kemur fyrst og fremst at arbeiða við avrokningarskipanini, har tú kemur at avgreiða allar uppgávur í samband við avrokning av ferðaseðlum. Umframt avrokningarskipanina kemur tú at arbeiða við roknskaparskipanini og øðrum skipanum.

Høvuðsuppgávur

  • At seta upp høvuðsdátur í mun til reglur, ferðaseðlaprísir og ferðaavgjøld
  • Seta upp avtalur við onnur flogfeløg
  • Eftirkanna at søla og broytingar av ferðaseðlum fer fram eftir galdandi reglum
  • Gera rapporteringar og hagtøl úr avrokningarskipanini

Vit vænta, at tú:

  • Ert sjálvstøðug/ur, nágreinilig/ur og ábyrgdarfull/ur
  • Hevur góðan teldukunnleika og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum og enskum

Tað er eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir 5 ára bakgrundskanning av lívsrensli (CV).

Arbeiðsstaður og -tíð

Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara á Vága Floghavn. Talan er um fulltíðarstarv við setan skjótast til ber. Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu.

Umsóknir

Hevur tú hug at søkja starvið innan avrokning hjá Atlantic Airways, trýstir tú HER. Freistin at søkja er mánadagin 4. august 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn!

Vilt tú vita meira um starvið?

Set teg í samband við Andrias Nielsen, roknskaparleiðara, tel. 213 755 og t-post [email protected], ella Heidi Gullaksen, HR leiðara, tel. 213 702 og t-post [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder