Mentan

Starvsdagar hjá Atlantic Airways

.

Myndafólk: Jón K. Joensen

Myndafólk: Jón K. Joensen

2024-04-23 11:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Starvsdagar hjá Atlantic Airways


Í farnu viku heiðraði Atlantic Airways fýra starvsfólk, ið tilsamans hava havt 90 ára starvsdag hjá flogfelagnum.


Starvsfólkini, ið heiðrað vórðu, eru: Jákup Lauritsen og Jákup Egil Jensen, sum hava starvast hjá Atlantic Airways í 25 ár, og Heidi Askham og Sámal Danielsen, sum hava havt 20 ára starvsdag.


Atlantic Airways ynskir teimum øllum hjartaliga til lukku og takkar teimum fyri trúgva tænastu.


Á myndini f.v.: Ellef Ellefsen, sjefpilotur, Jóhanna á Bergi, stjóri, Sámal Danielsen, Jákup Egil Jensen, Jákup Lauritsen, William Smith, tekniskur leiðari og Marius Davidsen, fíggjarstjóri. Heidi Askham vantar á myndini.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder