Lýsing

Starvsfólk og avloysarar til kafeina á flogvøllinum

Vit søkja eftir starvsfólkum til kafeina á flogvøllinum at byrja sum skjótast. Arbeitt verður allar dagar í vikuni, og arbeiðstíðirnar eru lagaðar til flogferðsluna.

2023-02-23 07:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um starvið

Vit bjóða eitt starv í einum spennandi arbeiðsumhvørvi. Vit leita eftir einum starvsfólki til fulla tíð, umframt avloysarum til vikuskifti og feriur. Umframt vanliga kundatænastu, fert tú m.a. at standa fyri at gera mat kláran, seta vørur á hillarnar og halda kafeina reina og ruddiliga.

Kafein er partur virkseminum hjá P/F Duty Free.


Vit vænta, at tú...

  • Ert fyrikomandi og gongur høgt upp í kundatænastu
  • Ert sera røkin og hevur sera gott reinføri
  • Kanst samstarva, umframt at tú eisini trívist við atarbeiða sjálvstøðugt


Umsókn

Umsókn við lívsrensli (CV) skal sendast við telduposti til [email protected]


Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Khate Zachariasen, kafeleiðara, á tlf. 790048 ella við telduposti á [email protected]

Umsóknarfreistin er 01. mars 2023, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


GG: Fyri at kunna arbeiða í Vága Floghavn, skalt tú hava reina revsiváttan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder