Lýsing

Starvsfólk til flogavgreiðslu hjá Atlantic Airways

-

2022-03-25 12:32 Author image
-
placeholder

 

Vit leita eftir arbeiðssomum starvsfólki til at avgreiða flogfør og at taka sær av øðrum fyrifallandi arbeiði. 

Arbeiði fevnir um...
- Avgreiðslu av flogførum – lasta og lossa viðføri, farm og vistveitingar
- Viðlíkahald av amboðum
- Annað fyrifallandi arbeiði

Um teg...
- Tú ert ábyrgdarfull/ur og álítandi
- Tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/samur
- Tú hevur telduførleika á brúkarastigi
- Tú ert minst 18 ár 
- Tú hevur reina revsiváttan

Um starvið: 
Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftandi vaktum, arbeitt verður eftir vaktarskipan; eisini um vikuskiftið og heiligdagar. Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er í Vága Floghavn. 

Umsókn við lívsrensli (cv), møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi tilfari skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 3. apríl 2022. Umsóknin skal sendast til [email protected] 
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

Vilt tú vita meira?
So ert tú vælkomin at venda tær til Rasmus Niclasen, Ground Operations Manager, á tlf. +298 21 37 21 ella á [email protected] ella til Elina Sigvardsen, starvsfólkaleiðara, á tlf. +298 21 37 02 ella á [email protected]

Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder