Lýsing

Starvsfólk til Føroya Fiskimannafelag

-

2022-05-21 08:27 Author image
-
placeholder

Vit søkja eftir starvsfólki til skrivstovuna hjá Føroya Fiskimannafelag at byrja hálvan august ella sambært nærri avtalu. Vit søknast eftir einum starvsfelagi, sum fegin vil átaka sær ymiskar arbeiðsuppgávur á skrivstovuni, og sum er sinnað/ur at taka á seg málsviðgerð av ymiskum slagi.

Starvsinnihaldið fevnur m.a. um:

  • At vegleiða um sáttmálaviðurskifti og rættindi hjá sjófólki
  • At svara tlf og avgreiða teldupostar
  • At skráseta limaupplýsingar
  • At gera hagtøl
  • At málsviðgerða, herundir samskifti við myndugleikar
  • At avgreiða tryggingarviðurskifti
  • At tilrættisleggja virksemi

Um teg:

Vit vænta, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd, og at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni. Eisini vænta vit, at tú hevur áhugað í fakfelagsviðurskiftum og serliga viðurskiftum hjá sjófólki, og at tú vilt vera við til at taka lut í øllum arbeiðinum á skrivstovuni. 

Førleikakrøv:

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert væl skipað/ur
  • Góðar telduførleikar
  • Kanst orða teg á skrivt og talu
  • Skrivstovuútbúgving ella onnur útbúgving er ein fyrimunur

Umsóknarfreist

Umsókn saman við møguligum prógvum og viðmælum skal vera Føroya Fiskimannafelagi í hendi í seinasta lagi 10. juni 2022 og skulu sendast til info@fiskimannafelag.fo.

Vit halda starvssamrøður í viku 25/26.

Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður lønt sambært royndum og við avvarðandi fakfelag.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Højgaard á tlf 281569.

Føroya Fiskimannafelag

Stovnað í 1911 er Føroya Fiskimannafelag eitt av elstu fakfeløgunum í Føroyum. Okkara limir eru við fiskiskipum, farmaskipum og ferðamannaskipum. Vit hava sáttmálar við Føroya Reiðarafelag og Reiðarafelagið fyri handilsskip. Skrivstova felagsins er á Bryggjubakka í Havn, og har arbeiða tvey starvsfólk. Vit samstarva við onnur fakfeløg, og eru limir í fakfelagssamstarvinum Samtak. Føroya Fiskimannafelag hevur uml. 1000 limir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder