Lýsing

Starvsfólk til kafeina á flogvøllinum

-

2022-03-22 15:32 Author image
-
placeholder


Vit søkja eftir starvsfólkum til kafeina á flogvøllinum at byrja skjótast gjørligt ella sambært nærri avtalu. Arbeitt verður allar dagar í vikuni, og arbeiðstíðirnar eru lagaðar til flogferðsluna. Vit leita eftir starvsfólkum til fulltíðarstarv, umframt eftir avloysarum.


Um starvið

Vit bjóða eitt starv í einum spennandi arbeiðsumhvørvi. Umframt vanliga kundatænastu, fert tú m.a. at standa fyri at gera mat kláran, seta vørur á hillarnar og halda kafeina reina og ruddiliga.

Kafein er partur virkseminum hjá P/F Duty Free.


Vit vænta, at tú...

  • Ert fyrikomandi og gongur høgt upp í kundatænastu
  • Ert sera røkin og hevur sera gott reinførið
  • Kanst samstarva, umframt at tú eisini trívist við at arbeiða sjálvstøðugt


Umsókn

Umsókn við lívsrensli (CV) skal sendast við telduposti til [email protected].


Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Hansa Poulinu Adriansdóttir, kafeleiðara, á tlf. 225546 ella teldupost [email protected]


GG: Fyri at kunna arbeiða í Vága Floghavn, skalt tú hava reina revsiváttan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder