Lýsing

Starvsfólk til reingerð hjá Atlantic Airways

-

2022-03-25 12:25 Author image
-
placeholder

Vit leita eftir arbeiðssomum starvsfólkum til reingerð umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways, umframt í skrivstovubygningunum.
Sum persónur ert tú ábyrgdar/full,álítandi og fyrikomandi. Tú fert at arbeiða í reingerðartoyminum hjá Atlantic Airways, sum stendur fyri at gera reint umborð á flogførunum, so tey eru vaskað og klár, tá farið verður á flog við ferðafólkum. Eisini fevnir arbeiðið um reingerð í skrivstovuhølunum.

Um starvið:
Talan er um fulltíðarstarv og avloysarastarv í báðum førum í skiftandi vaktum. Arbeitt verður eftir vaktarskipan; eisini um vikuskifti og heiligdagar. Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er í Vága Floghavn. Fyri at arbeiða í Vága Floghavn krevst, at tú hevur reina revsiváttan.

Umsókn við lívsrensli (cv), møguligum viðmælum og øðrum viðkomandi tilfari, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 3. apríl 2022. Umsóknin skal sendast til [email protected]

Vilt tú vita meira?
So ert tú vælkomin at venda tær til Rasmus Niclasen, Ground Operations Manager, á tlf. +298 21 37 21 ella á [email protected] ella til Elina Sigvardsen, starvsfólkaleiðara, á tlf. +298 21 37 02 ella á [email protected]

Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini og eina framúr góða tænastu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder