Lýsing

Starvsfólk til sølu- og kundatænastuna hjá Atlantic Airways

-

2022-02-25 16:00 Author image
-
placeholder

 

Til sølu- og kundatænastu okkara søkja vit eftir fólki, sum hevur hegni og vilja til at veita viðskiftafólki okkara eina fyrsta floks tænastu. Tann, ið sett/ur verður, verður ein av teimum hepnu, ið hava dagligt samband og samskifti við viðskiftafólk okkara.

Tað hevur stóran týdning, at tú...
- hevur áhuga fyri kundatænastu, sølu og ferðavinnu
- ert smílandi og vinarlig/ur av lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- trívist í einum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv
- dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
- ert tænastusinnað/ur og harvið hevur evni og vilja til at veita viðskiftafólki okkara eina tænastu í serflokki

Arbeiðið fevnir um....
- avgreiðslu av ferðafólkum í sambandi við fráferðir og komur hjá flogførum og tyrlum
- avgreiðslu av fyrispurningum frá viðskiftafólkum
- arbeiði í bíleggingarskipanini Amadeus
- ymiskt annað fyrifallandi arbeiði á deildini

Rætta viðkomandi bjóða vit...
- eitt áhugavert og spennandi starv innan kundatænastu og ferðavinnu
- eitt fjølbroytt og dynamiskt arbeiðspláss

Krøv:
Tú skalt vera fylt/ur 18 ár og vera stinn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum í talu og skrift og hava góðar telduførleikar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til Amadeus bíleggingarskipanina.

Um starvið:
Okkum tørvar fólk bæði til føst fulltíðarstørv, umframt avloysarar til summarið 2022.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7 og 21, eisini leygar-, sunnu- og halgidagar. Tó eru arbeiðstíðirnar lagaðar til flogferðsluna, so neyðugt er eisini at arbeiða uttanfyri hesar tíðir. Arbeiðir tú um vikuskiftið, fella frídagar yrkadagar. Starvsstaðurin er skrivstovu okkara á Vága Floghavn. Starvið verður sett skjótast til ber.

Vilt tú vita meira?
Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Kristinu Fossaberg, leiðara á sølu- og kundatænastuni á tlf. 222 118 ella á [email protected] ella Elina Sigvardsen á tlf. 213702 ella á [email protected].

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til [email protected] 
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vinaliga tilskila í umsóknini, um tú vilt søkja eitt av føstu størvunum, avloysarastarv ella bæði.

Umsóknarfreistin er mánadagin 14. mars 2022.

Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini, og eina framúr góða tænastu. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder