Lýsing

Starvsfólk til Virkishúsið við ánna

Brennir tú fyri at síggja børn og ung blóma?

2023-09-22 07:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Virkishúsið við ánna søkir eftir kreativari eldsál at arbeiða í Virkishúsinum. Talan er um eitt fast starv á 25-30 tímar. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi við dag/seinnaparts-, kvøld- og vikuskiftisvaktum.

Virkishúsið er eitt klubtilboð til børn og ung, ein frístaður við nærverandi og empatiskum vaksnum.

Virkishúsið er opið gerandisdagar/kvøld og leygarkvøld, har vit bjóða eina fjølbroytt viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum fyri børn og ung. Vit hava eisini Garasjuna, sum er eitt kvøld tilboð. Virkishúsið er fyri børn og ung frá 3. flokki til 18 ár.

Starvið og førleikar:

Sum starvsfólk verður tú partur av einum lítlum starvsfólkatoymi, ið skal skipa ein virknan og fjølbroyttan dag í Virkishúsinum. Saman við børnunum og teimum ungu, er tú við til at menna teirra hugskot og geva teimum íblástur.

Tínir eginleikar og tín persónligheit hava minst líka stóran týdning, sum tín møguliga útbúgving. Tí seta vit ikki krøv til ávísa útbúgving. Ymiskar útbúgvingar og royndir kunnu vera viðkomandi.

Tað hevur týdning fyri okkum at:

  • Tú brennir fyri at arbeiða við børnum og ungum og ert tilvitað/ur um at skapa jaligar relasjónir og at stimbra sjálvsvirðið hjá børnum og ungum
  • Tú ert innbjóðandi, fyrikomandi og forvitin í tínum samskifti við børn og ung
  • Tú dugir bæði at uppsøkja og seta stuttlig ting í gongd, líkasum tú eisini eggjar børnum og ungum til sjálvi at brúka sítt hugflog

Tú torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder