Politikkur

Stjóranir á Sjóvinnustýrinum og Strandferðsluni eigar at verða koyrdir til hús

Tað er undrunarvert at hoyra í miðlunum, at eingin greið tala kemur frá stjóranum í Sjóvinnustýrinum og ei heldur nakað frá stjóranum á Strandferðsluni. Teir kunnu ikki gera samrøður sama dag og mugu fyrireika seg til eina samrøðu dagin eftir.

2025-10-07 18:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hví er tað so undrunarvert, jú tí Sjóvinnustýrið hevur longu slept málinum og so skuldi verði laga manni hjá stjóranum at svara miðlunum og somuleiðis stjórin í SSL, tí teir hava kannað málið og meta at einki hald er í hesum.

Men tit, álvaratos, hvar er mynduleikin sum vit skullu hava álit á. Hvar er Sjóvinnustýrið, politi á sjógvinum, sum stjórin málbar seg.

Fyri ikki at leggja fingrarnar ímillum, so eiga bæði stjórin á Sjóvinnustýrinum og Strandferðsluni at leggja frá sær, alt fyri eitt ella eigur landsstýrismaðurin at loysa teir úr starvi einanvegin.

Teir hava ikki verði sína uppgávu vaksnir og teir signalisera út til Føroya fólk at einki hald er í hasum og at alt ber til her hjá okkum, ja eitt triðja land tá umræður Trygd á sjógvinum.

Hettar er so langt út at, eg sum skipari havi ikki orð fyri tí.

Tað sum eisini undrar meg er, at Sjóvinnustýrið ikki kemur alment fram og sigur frá hvat og hvussu, tá teir nú hava slept málinum, ella súlta tað sum Jens Sivar Djurhuus málber seg.

Tað virka so, at í Føroyum ber alt til, bara tað siglir. Nei tit, so skal ikki verða og vit minnast øll hendingina um Estoniu, har nakað av sjógvi kom inn á bildekki og ferjan fekk slagsíðu og sakk. Ein sorgarleikur uttan líkar.

Fyri meg, sum starvist sum skipari hvønn dag innan oljuvinnuna, so er hettar skelkandi at hoyra og síggja.

Um hettar hevði hent í Norra, so eri eg sikkur uppá at ferjan ikki silgdi aftur fyrr enn greiða var á málinum.

Slíkar ferjur hava ein VDR (voyage Data Recorder) umborð og hann loggar eitt nú samskiftið, alarmar, sensorar og annað. Eg eri 100% sikkur í, at fer ein inn í VDR til tann dato, so finnur ein prógvi. Tó skal sigast, at eg veit ikki um VDR á Galaxy riggar, men tað veit Sjóvinnustýrið, tí teir hava góðkent ferjuna. Tá slík hekkurportur eru afturlatin og sikringarnar eru í, so eigur at verða ein ljóslampa á brúnni ella okkurt annað sum sigur frá, at alt er aftur og skalka.

Eitt annað sum eisini skakar meg og onnur er hví Skipara og Navigatørfelagið ikki er frammi í hesum málið ? Ikki eitt orð ?

Maskinmeistarafelagið er frammi og er tað gott, men restin av avvarandi feløgum, har er tøgn, merkiligt.

Eg vil at enda siga stóra tøkk til Jens Sivar Djurhuus um at trakka framm. Hettar skuldi ikki verði neyðugt í okkara samfelagið, men jú vit eru ikki komin longur enn, at tey flestu halda at tøgnin ræður. Tit sum hildu tað tóku stórliga feil og eg haldi tit skullu pakkað taskurnar og fara til hús, tí tit eru ikki tykkara uppgávu vaksnir. Latið onnur koma til sum vilja trygdina fram um alt, so vit her á Føroya landi kunnu aftur hava álit á Sjóvinnustýrinum og Strandferðsluni.

Vinarliga Heilsan

Jan Haldansen

Skipari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder