Mentan

Stovukonsert í Bø

20. januar verður stovukonsert í Bø.

2024-01-05 15:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Januar er ofta ein myrkur, kaldur og tungur mánaði, so hví ikki kryddra hann eitt sindur og fara á eina hugnaliga stovukonsert.

20. januar verður skipað fyri stovukonsert við lívsglaða mannskórinum Garpa,
Garpar er eitt lítið manskór úr Vágum, ið syngur jaligar og lættar sangir. Eisini krydda teir teirra framførðslur við løttum undirhaldi.

Ynskir ein eina jaliga, stuttliga og undirhaldandi løtu, so er ein konsert við Garpum eitt gott boð. Konsertin hesaferð verður í hugnaligu stovuni hjá Helgu í Bø.

Við í prísinum er vælkomsdrykkur, kaffi/te og køka.

Einans 50 atgongumerkið verða seld og bert 30 eru eftir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder