Lýsing

Stuðulsstørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2022 - 2023

-

2022-05-18 07:54 Author image
-
placeholder

2 størv sum námsfrøðingur ella hjálparfólk eru leys at seta frá 1. august 2022 at rokna:

Størvini eru tíðaravmarkaði við setanarbroti 0,60 og 0,50.

Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í innskúlingini og miðdeildini.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, samstarvshugaðir og nærlagdir. Teir skulu taka ábyrgd og síggja møguleikar.

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul í skúla.

Setanar- og starvsøkið er Skúlin á Giljanesi. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 07:45 til eftir døgurða.

Lønar-  og setanartreytir:

Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Eftir 1. juni verður barnaváttan kravd.

Umsókn:

Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi týsdagin 31. mai kl. 12.00.


Nærri fæst at vita um størvini frá hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági og 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi. Umleið 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder