Mentan

Suðuroyar-Dánjal var porkeringur og heimsfjakkari

Útlongsulin førdi hann til Havnar og haðani út í verðina sum sjófari, hann fekk skiparapappír í Keypmannahavn, var skipari á fleiri skipum í Føroyum og okkurt tíðarskeið skipaeigari og harvið reiðari.

2025-11-21 17:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Komin í besta aldur, búsettist hann í Sandavági. Í Sandavági hevur nógv verið tosað um medaljuna,hann fekk eftir bragdið í Vestmannasundi í 1823, men tað var í veruleikanum bara ein brøkpartur av hansara innihaldsríka og áhugaverda lívi.

At hann endaði í Sandavági, má helst vera av tilvild, tí bóndasonur var hann úr Porkeri og hevði áhuga fyri jarðarbrúki. Kapital átti hann at keypa ein ognarlut burtur av løgmansjørðini í Sandavági, tá hon varðseld. Annars hevði hann einki tilknýti til bygdina.

Suðuroyar-Dánjal hevði fyrsta skiparaskúla í Føroyum. Hesin varð skipaður sum privatskúli á garðinum á Steig í Sandavági. Næmingarnir hjá honum vóru teir fyrstu føroyskt skrásettu navigatørarnir, men skjótt tóku aðrir við og fóru eisini undir frálæru í siglingarfrøði.

Suðuroyar-Dánjal var væl í øgn við donsku embætismenninar í Føroyum, og av skiftandi amtmonnum var hann avhildin maður.

Amalia og Suðuroyar-Dánjal vóru bæði tilflytarar til Sandavágs, hon heiman av Sandi og hann úr Porkeri. Men sporini eftir tey bæði, nú 200 ár seinni, hava fest djúpa røtur í bygdini, og stórur partur av bygdarfólkinum hevur okkurt við tey bæði at gera, antin beinleiðis ættarbond ella gift einum við ættarbondum til hjúnini Amaliu og Suðuroyar-Dánjal.

Í bókini verður farið aftur á slóðina hjá Suðuroyar-Dánjalii og verður hon elt í fleiri bókaverkum, skjølum, greinum og frásøgnum kring landið. Nógvir steinar eru vendir fyri at leita eftir gullkornum, ið kunnu lýsa lívssøgu hansara. Tað eigur ikki at kløkka nakran, um okkurt meira fer at koma undan kavi um hendan úrmælingin, sum eigur heiðurspláss í føroyskari skipasøgu, sum skipari, skipaeigari og sjómansskúlalærari.

Bókin “Suðuroyar-Dánjal, lív og yrki” telur 233 síður

Í sambandi við frumútgávuna av bókini um Suðuroyar-Dánjal, verður alment tiltak í Steigartúni 6 & 8 í Sandavági, leygardagin 22. nov 2025 frá kl 14-18.

Bókin fæst til keyps fyri serprís á degnum, og rithøvundurin signerar bøkur.

Frá 24. november 2025 fæst til keyps í bókabúðunum kring landið fyri 348,- krónur.

Forlagið á Merkrunum


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder