Ítróttur

Súkklukapping á Vestanstevnu

Fríggjakvøldi 10. juli var fyrsta súkklukapping sum Vága súkklufelag skipaði fyri. Kappingin varð hildin á kaiøkinum í Miðvági.

2026-07-16 07:27 Author image
SST
placeholder

Súkkla bleiv í 45 minuttir + 3 rundir.

Longu frá byrjan settu Bergtór og Hilmar ferð á og sluppu undan feltinum. Jóanis Albert megnaði at hanga við teimum, og saman fingu teir eitt lítið hol aftur til hinar súkklararnar. Eftir nakrar minuttir hevði feltið tó koyrt teir inn aftur.

Aftaná góðar 35 minuttir fingu Jákup Petur, Bergtór, Hilmar og Regin hol aftur til hinar.

Í endaspurtinum var Jákup Petur sterkast, og endaði við at vinna vestanstenvusúkklingina. Miðalferðin hjá teimum fremstu var 37,5 km/t. Munurin frá 1 til 4 var bara 20/100 partar av einum sekundi. So talan var um eina tætta finalu.

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder