Lýsing

Tá ið føroyingar keyptu størsta trolara í vesturheiminum

Reynsatindur & Olaf í Garðastovu

2022-11-26 16:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í 1983 keyptu føroyingar ein italskan risatrolara til svartkjaftaveiðu, og greitt verður frá, at politikkur spældi ein leiklut, tá ið avgjørt varð, hvør skuldi hava skipið. Tvey reiðarí royndu seg, men hvørki av reiðaríunum megn­aði at fáa raksturin at standa upp og nið­ur. Vit lesa um trupul­leikarnar í sam­bandi við fiski­skap­­in, fiskavirk­ing­ina umborð og søl­una av fiskinum. Greitt verður frá lív­in­um umborð, og nógvar samrøð­ur eru í bókini, m.a. við fleiri av mongu gentun­um, sum vóru við skipin­um, til tað varð selt av landinum – bert fimm ár eftir, at tað kom í føroyska flotan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder