Ítróttur

Talv: Óbroytt í oddanum

.

2026-01-25 23:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Dystirnir í sætta umfari í landskappingini í talvi vóru í dag.

Í 1. deild vóru innanhýsis dystirnir á skránni. Sum vant hava A-liðini stórar trupulleikar at basa B-liðunum. Serliga summir á B-liðunum eru herviligar A-tjóvar. Hjá vágamonnum kann Ingi Wiberg nevnast, men eingin tekur Margar Berg í Havnar Telvingarfelag, sum man hava met í stigum móti A-liði felagsins. Søgan endurtók seg í dag.

Norðuri í Klaksvík var tað Rani Nolsøe, sum vann á B-liðnum. Rani, sum dovnaði nakað í fjør, tykist rættiliga at hava spent seg út í ár.


1. deild (6. umfar)

Sandavágur (A) - Sandavágur (B) 2½ - 1½
Høgni Egilstoft Nielsen - Bernhard Augustinussen 1 - 0
Jón í Horni Nielsen - Jón Atlason ½ - ½
Silas Eyðsteinsson - Ingi Wiberg 0 - 1
Torkil Nielsen - Jónfinn Thomsen 1 - 0

Havnin (A) - Havnin (B) 2½ - 1½
Luitjen Akselsson Apol - Herluf Hansen 1 - 0
Carl Eli Samuelsen - Petur G. Magnussen ½ - ½
Sjúrður Thorsteinsson - Flóvin M. Tummasarson 1 - 0
Elias Petersen - Margar Berg 0 - 1

Klaksvík (A) - Klaksvík (B) 2 - 2
Ólavur Simonsen - Steintór Rasmussen 1 - 0
Rani Baldursson - Wille Olsen ½ - ½
Heðin Gregersen - Tummas M. Sólsker ½ - ½
Terji Petersen - Rani Nolsøe 0 - 1


Støðan í 1. deild
Sandavágur 17½ stig
Havnin 15
Klaksvík 11½
Havnin (B) 11
Sandavágur (B) 9
Klaksvík (B) 8


Kollfirðingar á odda

Í 2. deild øktu kollfirðingar um leiðsluna. Sjálvt uttan Hans Kristian á 1. borði gjørdu kollfirðingar bart móti botnliðnum úr Sundalagnum. Alt bendir á, at teir vinna sær sætið aftur í bestu deildini komandi kappingarár.

Toftamenn hava slotað eitt sindur í hølunum á teimum, men dragna, tí har enda ov nógv talv jøvn hjá teimum. Tað var tann tíð, at Bogi Ziska og Heini Olsen togaðust um FM-heitið, í dag sat Bogi yvir av soninum, Rógva Heinason Olsen. tað endaði remis, sum tað ofta endaði millum Boga og Heina. Annar fyrrverandi føroyameistari er Jens Chr. Hansen. Hann var ikki mjúkur at strúka í síni tíð, men í dag er hann vorðin nógv spakari, og telvar fyri tað mesta javnt. Tá er meira villskapur í presti, Andreasi, sum unnist væl í harðari orrustu. Í dag bragdaði hjá honum.

Í Havnini vunnu teir gomlu á teimum ungu í innanhýsis dysti. Bara hin blaðunga Lisa helt tørn.


2. deild (6. umfar)

Rókur - Kollafjørður 0 - 4
Sámal Christiansen - Árant Djurhuus 0 - 1
Mortan Mørkøre - Rógvi Mørkøre 0 - 1
Bjarni Jacobsen - Markus Jacobsen 0 - 1
Dávur Johannesen - Ingi Højsted 0 - 1

Klaksvík - Toftir 2 - 2
Einar Gregersen - Andrias Danielsen 1 - 0
Rógvi H. Olsen - Bogi Ziska ½ - ½
Rókur Davidsen - Jens Chr. Hansen ½ - ½
Símun Skorastein - Andreas Andreasen 0 - 1

Havnin (A) - Havnin (B) 3½ - ½
Sigurð Justinussen - Birgi Hansen 1 - 0
Øssur Joensen - Lisa Xin ½ - ½
Jóannes Guttesen - Brestir Samuelsen 1 - 0
Jóhan E. Hansen - Eyðun L. Staksberg 1 - 0


Støðan í 2. deild
Kollafjørður 16 stig
Klaksvík 13½
Toftir 13
Havnin (B) 12
Havnin (A) 11
Rókur 6½


Vestmenningar á uppflytingarkós

Vestmenningar eru so smátt komnir á slóðina aftur. Í løtuni eru teir einsamallir á odda í 3. deild, men úrslitið hjá kollfirðingum er ikki greitt enn.


3. deild (6.umfar)

Gøta - Vestmanna 2 - 2
Reinhold Isaksen - Samson Højgaard 1 - 0
Petur Páll Mikkelsen - Hanus Ingi Hansen ½ - ½
Hardi Hansen - Fróði Skúvadal 0 - 1
Benjamin Tvørfoss - Johannus Johannesen ½ - ½

Sandavágur - Klaksvík 2 - 2
Hans Kári Hansen - Hanus á Lógv (e) 0 - 1
Hjalti Petersen - Hanus á Lógv (y) ½ - ½
Torkil Petersen - Bogi á Kósini ½ - ½
Jamil Emil Jacobsen - Leif Anderssen 1 - 0 

Kongshavn - Kollafjørður


Støðan í 3. deild
Vestmanna 15 stig
Sandavágur 12½
Kollafjørður 12½
Gøta 10½
Kongshavn 10
Klaksvík 7½



4. deild umskipað

Nú kappingin var hálvrunnin, var ein broyting gjørd. 4. deild, sum var í tveimum bólkum, er nú vorðin til ein bólk. Fremstu trý liðini í báðum bólkunum í gomlu 4. deild, manna nú tann eina bólkin í 4. deild, sum nú fer undir eina kapping sínamillum. Aftaru liðini eru í nýggjari 5. deild.

Suðuroyingarnir fingu bestu byrjanina í 4. deild. 


4. deild (1. umfar)

Rókur - Suðuroy ½ - 3½
Hans Olivur Joensen - Alvin Joensen 0 - 1
Brandur Ellingsgaard - Fríði Stenberg Olsen 0 - 1
Natasja Mørkøre - Ingi Ellingsgaard 0 - 1
Sigmundur Mørkøre - Bjarni Nielsen 0 - 1

Havnin (A) - Havnin (B) 2 - 2
Kaj Olsen - Djóni Jakobsen ½ - ½
Ronny í Lon - Baldur Jørgensen ½ - ½
Bjørgvin Lenvig - Andrew Xin 0 - 1
Jóhan Sivertsen - Sámal Nesá 1 - 0

Sandavágur (A) - Sandavágur (B) 1½ - 2½
Suni í Horni Nielsen - Jamil Oskar Jacobsen ½ - ½
Jóanes Ortind - Helgi Poulsen 0 - 1
Gutti Petersen - Sigvaldur Bláberg 0 - 1
Jógvan S. Hattarstein - Omondi Torkil Ayodo Egilstoft 1 - 0


5. deild 

Gøta - Kollafjørður 1 - 3
Strendur - Rókur

Kongshavnar Talvfelag - gamla Runavíkar talvfelag - hevur tikið sítt lið úr 5. deild.

Sjeynda umfar í liðkappingini í talvi verður 8. februar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder