Ítróttur

Talv: Seinasta umfar í liðkappingini verður leygardagin 26. mars kl. 11

FM endabresturin í liðkappingini 2021/22 verður í skúlanum við Løgmannabreyt, leygardagin 26. mars. Byrjað verður kl. 11.00.

2022-03-22 18:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Havnar Telvingarfelag bjóðar kaffi og kakur meðan telvað verður. Eftir seinasta leik bjóðar felagið lættari ábit og Anfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, handar heiðursmerki.


Vit skulu gera vart við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Reglan er galdandi fyri allar deildir.

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. liði í 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder