Mentan

Tann føroyski útróðurin í Grønlandi

Kvøldseta - Tann føroyski útróðurin í Grønlandi

2024-02-02 15:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kvøldseta - Tann føroyski útróðurin í Grønlandi

Skipað verður fyri kvøldsetu, um tann føroyska útróðurin í Grønlandi í Bygdarhúsinum í Miðvági, tann 3. februar 2024. Kl. 18.00.

Skrá:

  • Framsýningar: Av bátum og lutum, ið hava samband við Grønlandsútróðurin.
  • Fyrilestrar: Erling Isholm greiðir frá Grønlandsútróðrinum í 1930- inum, og Jógvan Arge frá  1950 og 60- inum.
  • Døgurði: Borðreitt verður við saltfiski, leykasmelti og mjólkasós, við budingasuppu omaná, (vanligur døgurði frá hesi tíð). Seinni verður kaffi og kaka.
  • Frásagnir: Frá kvinnum og monnum, ið virkaðu í Grønlandi í 50 og 60- inum.
  • Framløga: Verkætlan um savnsbygning um tann føroyska útróðurin í Grønlandi.
  • Tónleikur: Systkini á Løgmansbø og Tummas Heri Thomassen spæla sjómanstónleik, undir tiltakinum.

Høvi verður at keypa sær øl, vín og sodavatn, undir tiltakinum.

Tiltakið kostar 200 kr. Atgongumerkir kunnu keypast á Atgongumerki.fo. Avmarkað atgongd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder